IRF leggur nógva orku í at fáa ruskið savnað

IRF boðar frá at nógv orka verður løgd í at heinta gráu húsarhaldsposarnar, eftir vanligu rutuni

Møguliga verða onkrar tillagingar í vikuni, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar verða væntandi heintaðir í næstu viku.

 

- Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt.

 

Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum verður heinta seinni í vikuni. IRF væntar at vera komi upp undan í næstu viku.