ÍSF heiðrar Zacharias

Tá heystkappríðingin var í Vágum herfyri, nýtti ÍSF høvið at heiðra formannin í Vága Ríðingarfelag, Zacharias R. Jakobsen við gullnálini hjá ÍSF.

Ríðisamband Føroyar:

 

Á heimasíðuni hjá ÍSF stendur at gullnálin verður m.a. latin til fólk ið hava gjørt eitt munagott arbeiði fyri føroyskan ítrótt. Hetta kann við lít sigast at Zacharias livur upp til.

 

Umframt at hava verið aktivur reiðmaður og fleirfaldur føroyameistari í tvíspor, so hevur hann eisini verið sera virkin at skapa bestu karmar fyri ríðing bæði sum ítrótt og frítíðarvirksemi. Hann hevur verið formaður í Vága Ríðingarfelag í mong ár og hava teir hesa tíðina m.a. bygt stóra stásiliga reiðhøll og felagsfjós í Miðvági.

 

Zacharias hevur eisini sitið í nevndini hjá Ríðisamband Føroya síðani ár 2000, flestu árini sum næstformaður.

 

Vit í Ríðisambandinum takka ÍSF fyri at tey hava latið Zacharias R. Jacobsen hendan heiður og vilja samstundis, ynskja honum hjartaliga til lukku við væl uppibornu gullnálina.