Ísland er friðaligasta land í heiminum

Øldin, vit nú liva í, er tann friðarligasta í mannasøguni

Ísland er friðarligasta landið í heiminum.

Tað vísir ein uppgerð hjá Vision of humanity, sum hevur mátar friðin í heiminum.

 

Tað eru 162 lond við í uppgerðini og mált verður út frá 22 fortreytum, sum vísa hvussu lítil harðskapur er í landinum og, hvussu lítil ótti er í í landinum fyri harðskapi.

 

Føroyar eru ikki við í uppgerðini, men beint í hølunum á Íslandi, er Danmark, sum er næstfriðarligasta landið í heiminum, og á triðja plássi er Nýsæland.

 

Uppgerðin vísir, at hóast øldin, vit nú liva í, er tann friðarligasta í mannasøguni, er heimurin vorðin munandi ófriðarligari seinastu sjey árini.

 

Uppgerðin vísir, at síðani 2008, eru tað vorðið ófriðarligari í 111 londum, men tað eru bara 51 lond sum kunnu vísa á, at støðan er batnað.

Hetta seinasta árið eru størstu framstigini eru hend í Georgia, Fílabeinsstrondini og í Libya.

Hinvegin er tað ikki Afghanistan, men Sýria, sum nú er ófriðarligasta landið í heiminum, men størstu afturstigini eru hend í Suður Sudan.

 

Høvuðsorsøkin til at heimurin er vorðin ófriðarligari, er yvirgangur, kríggj og talið á flóttafólkum.

Evropa er tann friðarligasti heimsparturin, við tað, at 14 av teimum 20 friðarligastu londunum í heiminum, eru lond í Evropa.

 

Tey, sum vilja hava meiri at vita um støðuna í heiminum, kunnu TRÝSTA HER