Íslendingar eiga tríggjar av fýra EM-hálvfinalu landsliðsvenjarum

Íslendsku landsliðsvenjararnir hava gjørt tað framúr í EM-endaspælinum

Samansett mynd: mbl.is

Íslendingar stórfegnast um, at íslendska manslandslandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg í EM-hálvfinaluna, har Danmark bíðar í Boxen í Herning í annaðkvøld klokkan 19.30. 

 

Men íslendingar hava enn meira at vera ernir um. Umframt Snorra Steinn Guðjónsson, ið er landsliðsvenjari hjá Íslandi, so eru tveir aðrir landsliðsvenjarar hjá EM-hálvfinaluliðunum íslendingar.

 

Alfréð Gíslason er landsliðsvenjari hjá Týsklandi, og Dagur Sigurðsson er landsliðsvenjari hjá Kroatia. Annar av teimum vinnur seg í EM-finaluna, tí í morgin klokkan 16.45 spæla Týskland og Kroatia hálvfinalu í Boxen í Herning.

 

Sostatt er einasta EM-hálvfinalu landsliðsvenjarin, ið ikki er íslendingur Nikolaj Jacobsen, ið er danskur landsliðsvenjari. 

 

Millum 2014 og 2017 hevði Danmark islendskan landsliðsvenjara. Guðmundur Guðmundsson førdi Danmark til olympiskt gull í 2016.

 

 

 

 

 

Samansett mynd: mbl.is