Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú Íslands, hevði lovað at virða viljan hjá fólkinum. Tað fer hon eisini at gera, staðfesti hon á tíðindafundi. Mynd: Leonhard Foeger/Reuters.

Íslendska forsætisráðfrúan virðir nei til ES

Íslendska forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, vil ikki kalla úrslitið av fólkaatkvøðuni um ES eitt afturstig.

Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú Íslands, hevði lovað at virða viljan hjá fólkinum. Tað fer hon eisini at gera, staðfesti hon á tíðindafundi. Mynd: Leonhard Foeger/Reuters.

Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir, vil ikki kalla úrslitið av fólkaatkvøðuni um ES eitt afturstig.

 

Hon kallar tað heldur ein sigur fyri fólkaræðið.

 

Tað skrivar tíðindastovan AFP, eftir at íslendingar hava atkvøtt um, hvørt landið skuldi taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur.

 

Kristrún Frostadóttir mælti sjálv til at atkvøða ja. Men 52,8 prosent atkvøddu nei, meðan 47,2 prosent atkvøddu ja. Valluttøkan var 82,5 prosent sambært íslendska kringvarpinum RÚV.

 

– Eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig. Eg síggi tað sum ein sigur fyri fólkaræðið. Meira enn 80 prosent av fólkinum tóku lut í einari fólkaatkvøðu um eitt mál sum hetta, segði sosialdemokratiska forsætisráðfrúan á tíðindafundi sambært AFP.

 

Hon staðfesti samstundis, at stjórnin ikki fer víðari við samráðingunum um ES-limaskap í hesum stjórnarskeiðnum.

 

Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ikki bindandi, men stjórnin hevði frammanundan lovað at virða viljan hjá fólkinum.

 

Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009, tá ein mið-vinstrastjórn sat við valdið. Samráðingarnar byrjaðu árið eftir.

 

Tilgongdin steðgaði tó í 2013, tá ein stjórn, sum var meira ivasom um ES, tók við. Í 2015 bað Ísland um ikki longur at verða mett sum umsøkjaraland.

 

Umsóknin er kortini ongantíð formliga tikin aftur við góðkenning frá íslendska Altinginum.

 

Kristrún Frostadóttir vil sambært RÚV enn ikki siga, um stjórnin nú fer at arbeiða fyri formliga at taka umsóknina aftur.

 

Fólkaatkvøðan í gjár varð hildin, eftir at útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um toll og Grønland hava elvt til altjóða óvissu.

 

Sjónarmiðið um, at ES-limaskapur kundi givið Íslandi størri trygd, sannførdi tó ikki nei-síðuna. Hon legði millum annað dent á, at Ísland framvegis skal vera sjálvstøðugt – ikki minst í spurninginum um fiskirættindi.

 

Fleiri ES-ivasamar røddir ynsktu í dagd Íslandi tillukku við úrslitinum.

 

Nigel Farage, leiðari í bretska flokkinum Reform UK og ein av týðandi røddunum fyri bretsku útmeldingini úr ES, fegnast Íslands vegna um, at landið kann varðveita sjálvstøðu sína, skrivar hann á X.

 

Franski politikarin Marine Le Pen skrivar, at fólkaatkvøðan vísir møguleikan fyri einum Evropa, sum er sett saman av frælsum og sjálvstøðugum tjóðum, ið samstarva av egnum vilja.

 

Ritzau

 

Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú Íslands, hevði lovað at virða viljan hjá fólkinum. Tað fer hon eisini at gera, staðfesti hon á tíðindafundi. Mynd: Leonhard Foeger/Reuters.