VÍF vann stórsigur á Kyndli í stórsteypadystinum

Kvinnurnar hjá VÍF vunnu Lion´s steypið í stórum stíli

Mynd: HSF

Stórsteypadysturin millum greipukvinnurnar hjá kvinnunum, Kyndil og silvurvinnararnar, VÍF var seinnapartin leiktur í tí, sum nú eitur: Høllin á Hálsi suður.

 

VÍF vann ein knúsandi 34-20 sigur á verandi greipuvinnarunum. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 14-11.

 

Bára Krossteig Hansen var við sjey málum toppskjútti hjá Kyndli. Herdis Højgaard Petersen og Emily Andresen skutu trý mál hvør. 

 

Rakul Borgarlíð Joensen var viðå heili 11 málum toppskjútti hjá VÍF. Simone Kristiansen skoraði sjey mál, og Amilia Agnarsdóttir skoraði fýra mál. 

 

 

 

Mynd: HSF