Í annaðkvøld klokkan 19.45 byrjar HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ísrael á Tórsvølli.
Tá vit seinast vóru í undanbólki saman fyrst í hesari øldini vann Ísrael 2-0 á Tórsvølli og 2-1 í Tel Aviv, tá Símun Samuelsen skoraði eitt minniligt mál. Í 1992 leiktu liðini javnleik 1-1 á Svangaskarði, tá skoraði Kári Reynheim føroyska málið.
Ísrael verður mett at vera eitt fitt petti frá styrkini hjá bólkafavorittunum, Danmark, men hjá altjóða veddingarfyritøkum er eingin ivi um, at Ísrael er greiður favorittur at vinna á Føroyum á Tórsvølli í annaðkvøld.
Oddsini hjá 19 altjóða veddingarfyritøkum uppá sigur til Ísrael liggja millum 1,40 og 1.50.
Oddsini uppá sigur til Føroyar sveiggja millum 7,25 og 8,80.
Oddsini uppá javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt úrslit fyri Føroyar liggja millum 3,98 og 4,50.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og hevur drúgva upptakt og "Triðja Hálvleik" aftaná dystin.
| Veddingarfyritøkur: Føroyar-Ísrael | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
|---|---|---|---|---|---|
| 10Bet | 7.25 | 4.35 | 1.45 | ||
| 188BET | 7.60 | 4.15 | 1.48 | ||
| 1xBet | 7.50 | 4.40 | 1.51 | ||
| 888Sport | 8.50 | 4.25 | 1.41 | ||
| bet-at-home | 6.80 | 4.10 | 1.47 | ||
| bet365 | 7.00 | 4.33 | 1.44 | ||
| Betfair | 8.00 | 4.50 | 1.44 | ||
| Betsafe | 7.50 | 4.33 | 1.48 | ||
| Betsson | 7.50 | 4.33 | 1.48 | ||
| BetVictor | 7.50 | 4.20 | 1.50 | ||
| Betway | 7.50 | 4.20 | 1.45 | ||
| bwin | 8.00 | 4.20 | 1.42 | ||
| ComeOn | 7.25 | 4.35 | 1.45 | ||
| Interwetten | 7.25 | 4.20 | 1.50 | ||
| Pinnacle | 8.43 | 4.21 | 1.45 | ||
| SBOBET | 5.99 | 3.98 | 1.41 | ||
| UniBet | 8.80 | 4.40 | 1.43 | ||
| William Hill | 8.00 | 4.20 | 1.44 | ||
| youwin | 7.50 | 4.20 | 1.40 | ||
| Betfair Exchange | 7.65 | 4.33 | 1.48 | ||
| Gjøgnumsnitsodds | 7.55 | 4.26 | 1.45 | ||











