Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at ísraelskir hermenn verða verandi í sunnara Libanon hóast boð um avtalu millum USA og Iran. (Savnsmynd)

Ísrael fer ikki at taka herin úr Libanon

Hóast boð eru komin um eina avtalu millum USA og Iran, hevur Ísrael ongar ætlanir um at taka sínar hermenn úr sunnara parti av Libanon.

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at ísraelskir hermenn verða verandi í sunnara Libanon hóast boð um avtalu millum USA og Iran. (Savnsmynd)

Tað sigur ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sambært Reuters.

Sambært Katz verða ísraelsku herdeildirnar verandi í tí, sum Ísrael kallar eina trygdarsonu í sunnara Libanon. Hann leggur samstundis dent á, at um Iran fremur álop á Ísrael við støði í hendingum í Libanon, so fer Ísrael at svara aftur.

Útsøgnin kemur, eftir at pakistanski forsætisráðharrin hevur boðað frá, at ein avtala er gjørd millum USA og Iran. Sambært honum fevnir avtalan eisini um eina skjóta og varandi steðgan av hernaðarligum átøkum á øllum hermótum, eisini í Libanon.

Líknandi boð eru komin frá iranska varauttanríkisráðharranum.

Iran hevur kortini kravt, at Ísrael gevst við øllum álopum á Libanon. Uttanríkisráðharrin Abbas Araqchi segði mánadagin, at tað er ábyrgdin hjá USA at tryggja, at avtalan um at steðga krígnum verður framd.

Pakistan hevur virkað sum semingsmaður í stríðnum millum Iran og USA.

 

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at ísraelskir hermenn verða verandi í sunnara Libanon hóast boð um avtalu millum USA og Iran. (Savnsmynd)