Í einum boðum á Truth Social skrivar Trump, at fleiri skip, nógv teirra við olju umborð, eru á veg gjøgnum sundið eftir einari tryggari og opnari siglingarleið.
Sambært BBC Verify eru í minsta lagi tvey farmaskip skrásett á veg út gjøgnum sundið sambært skipasporingarskipanum.
Áðrenn kríggið millum USA og Iran byrjaði 28. februar, sigldu meira enn 100 skip um dagin gjøgnum Hormuzsundið. Undir stríðnum minkaði ferðslan munandi, men heilt steðgaði hon ikki. Sambært fyritøkuni Windward hava vanliga tvey til fimm skip siglt gjøgnum sundið um dagin seinastu vikuna.
Hóast Trump boðar frá, at skip nú eru farin at flyta seg, hava altjóða skipafeløg mælt til varsemi og eftirspurt greiðari upplýsingar um tryggar siglingarleiðir.
Hormuzsundið liggur millum Iran í norðri og Sameindu Arabisku Emiratini og Oman í suðri. Sundið er ein av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum, og umleið ein fimtingur av allari oljunýtslu í heiminum fer vanliga gjøgnum sundið.
Enn er innihaldið í semjuskjalinum, sum USA og Iran eru samd um, ikki almannakunngjørt. Avtalan skal tó leggja grundarlagið undir eina meira ítøkiliga semju. Millum høvuðspunktini eru vápnahvíld og endurupning av Hormuzsundinum, meðan samráðingar skulu halda fram í 60 dagar afturat.











