Íbúgvarnir í 30 bygdum suðuri í Libanon skulu fara úr húsum sínum.
Tað sigur talsmaðurin fyri ísraelska herin, IDF, Avichay Adraee, sambært The Guardian.
- IDF vil ikki skaða teg, og fyri tína egnu trygd mást tú fara úr húsum tínum beinanvegin, skrivar hann í einum uppslagi á X.
Hann leggur afturat, at Ísrael fer at boða íbúgvunum frá, tá tað er trygt at koma heimaftur.
- Tú skalt beinanvegin fara norður um Awali ánna. Hvørt stig suðureftir kann seta lív títt í vanda, stendur at lesa í fráboðanini.
Awaliáin er umleið 90 kilometrar frá ísraelska markinum til Libanon.
Fyrr týsdagin segði Ísrael við fólkið, at tað ikki skuldi flyta seg suður um libanesisku ánna Litani, sum er umleið 32 kilometrar frá linjuni, sum sambært ST skilir Libanon og Ísrael.
Í skjótt eitt ár hevur Ísrael kravt, at hernaðarrørslan Hizbollah verður burturbeind úr økinum sunnan fyri Litani. Sambært ísraelsmonnum brúka Hizbollah-stríðsmenn økið til at fremja rakettálop móti Norðurísrael.
Hizbollah hevur higartil víst pástandinum aftur.
/Ritzau/