Ísraelski herurin sigur seg hava eyðmerkt líkið av Mohammed Sinwar, sum verður hildin at hava verið leiðari fyri palestinsku hernaðarrørsluna Hamas í Gazageiranum
- Í einum miðvísum átaki hevur IDF (ísraelski herurin, ritstj.) ... og eftir at hava klárað eina eyðmerkingartilgongd, er nú staðfest, at líkið av Mohammed Sinwar varð funnið í undirgrundartunnilsnetinum undir Evropeiska Sjúkrahúsinum í Khan Younis, upplýsir ísraelski herurin.
Herurin legði afturat, at Sinwar varð dripin 13. mai saman við fleiri øðrum limum í Hamas.
Sambært talskvinnuni hjá herinum, Effie Defrin, varð líkið av Sinwar funnið "undir sjúkrahúsinum - beint undir skaðastovuni."
Líkið varð eyðmerkt við DNA-kanningum og øðrum sýnum, sigur talskvinnan.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði 28. mai undir einum fundi í ísraelska tjóðartinginum, at Sinwar varð dripin í Gazageiranum.
Tá søgdu ísraelsk embætisfólk tó við ísraelskar miðlar, at deyðin hjá Sinwar ikki varð staðfestur. Hamas hevði heldur ikki staðfest deyða hansara.
Mohammed Sinwar er yngri beiggi fyrrverandi ovasta leiðaran í Hamas, Yahya Sinwar, sum varð dripin í einum ísraelskum álop í oktober 2024.
Mohammed Sinwar varð føddur í Khan Younis í 1975. Hildið verður, at hann er farin upp í Hamas seinast í áttatiárunum ella fyrst í nítiárunum, skrivar New York Times.
Mohammed Sinwar hevur eins og eldri beiggin leingi verið millum mest eftirlýstu persónarnar í Ísrael.
Hann steig upp á ovastu røð í palestinska bólkinum, eftir at Yahya Sinwar varð dripin í bardaga við ísraelskar hermenn.
Sambært Ísrael var Yahya Sinwar høvuðsmaður aftan fyri álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. Umleið 1.200 fólk vórðu dripin og 251 vórðu tikin sum gíslar.
Fleiri av gíslunum eru framvegis í varðhaldi í Gazageiranum.
Ísrael og Hamas hava til fánýtis roynt at semjast um eina langtíðar vápnahvíld í krígnum, sum sambært myndugleikunum í Gazageiranum, sum Hamas ræður yvir, hevur kostað fleiri enn 54.000 palestinarum lívið.
Ritzau/AFP