Leygarkvøldið 27. november kemur heimskendi bólkurin Italobrothers til landið at hava stóra konsert.
ItaloBrothers er ein dance tónleikabólkur úr Týsklandi, sum er sera vælumtóktur, serliga ímillum tey ungu - eisini í Føroyum.
Vit kenna Italobrothers við hittum sum »Stamp on the ground« og »Love is on fire« og cover lagið »Moonlight Shadow«.
Teir hava verið nógv spældir í útvarpi og sjónvarpi og á dansistøðum runt um í heiminum, siga fyrireikararnir.
Konsertin verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har eisini verður skipað fyri DJ-Show við DJ-K1 og DJ-X.