Italskur boksari: – Eri ongantíð blivin boksað so hart

Mótstøðukvinnan er fyrr vrakað, tí hon dumpaði testostoronroynd og roynd um “hóskandi kyn”

Angela Carini úr Napoli segði, at hon mátti gevast fyri at verja sína heilsu

Angela Carini, úr Italia, gav í gjár upp eftir 46 sekund í ringinum móti algeriska boksaranum, Imrane Khelif.

 

Dysturin var longu frammanundan umstríddur og nógv umrøddur, tí at Imrane Khelif er ein av tveimum boksarum til OL, sum í fjør varð diskvalifiserað frá heimsmeistaraskapinum í kvinnuboksing. Imrane Khelif og ein onnur dumpaðu nevniliga eina testostoronkanning og eina kanning um, hvørt tær høvdu hóskandi kyn – ein “gender eligiblitiy-test” sum tað eitur á enskum.

 

Angela Carini segði eftir boksidystin í North Paris Arena, at hon ongantíð hevði upplivað at blíva sligin so hart. Hon fortaldi, at eitt slag var so hart, at hjálmur hennara losnaði, og hon valdi at kasta handklæði í ringin fyri at verja sína heilsu.

 

– Mítt hjarta er knúst. Eg fór í ringin til heiðurs fyri pápa mín. Eg fekk at vita fleiri ferðir, at eg var ein stríðsmaður, men eg valdi at gevast orsaka av atlitum at mínari heilsu. Eg hava ongantíð kent eitt slíkt slag, segði hon.

 

Carini segði eisini, at tað ikki er upp til hana at taka støðu til, um Khelif átti at fingið loyvi at luttaka ella ikki.

 

– Eg gjørdi mítt arbeiði, segði hon.

 

Reem Alsalem, sum er serligur ST-eygleiðari av harðskapi móti kvinnum og gentum, skrivaði eftir dystin um sína stúran:

 

– Angela Carini gjørdi rætt, tá lurtaði eftir sínum kroppi og raðfesti kropsligan tryggleika, men hon og aðrir kvinnuligir íðkarar eiga ikki at vera fyri slíkum kynsgrundaðum kropsligum og sálarligum harðskapi.

 

Eisini italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, segði sína hugsan um dystin:

 

– Eg haldi at íðkarar sum hava mannlig arvalig eyðkenni, áttu ikki at sloppið at verið partur av kvinnukappingum… sum eg síggi tað, er tað yvirhøvur ikki ein kapping, segði hon sambært the Guardian.

 

Í fjør blivu Imrane Khelif og Lin Yu‑ting úr Taiwan diskvalifiseraðar av Altjóða boksisambandinum, IBA, tí at tær høvdu ov høg testostorontøl og DNA-royndir høvdu staðfest, at tær høvdu XY-kromosomir.

 

Angela Carini úr Napoli segði, at hon mátti gevast fyri at verja sína heilsu