Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.
Ársins ítróttarfelagsskapur er Hósvíkar Róðrarfelag, ið eisini er kent fyri tiltiknu Regatta-siglingina í august á hvørjum ári.
Elsa Samuelsen tók móti heiðrinum, ið róðrar-legendan, Jannie Dam Jacobsen handaði.
Hinir báðir felagsskapirnir, ið vóru í uppskoti til heiðurin vóru Havnar Tennisfelag og svimjifelagið, Hellufossur í Kvívík.











