Kann enda við at Argja kirkja stendur uttan egna kirkju

Løgtingsmaður vil hava greiðu á manglandi endalig loyvi til at byggja nýggja kirkju á Argjum

Tað er Fróði Magnussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, ein grein 52a fyrispurning um manglandi endalig loyvir til at byggja nýggja kirkju á Argjum

 

Spurningarnir hjá honum eru soljóðandi:

 

1. Hví hevur Kirkjuráðið á Argjum enn ikki fingið endaligt loyvi at byggja nýggju kirkjuna á Argjum?

 

2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at málið verður avgreitt skjótast gjørligt, soleiðis at Kirkjuráðið fær endaliga loyvið?

 

3. Nær kann Kirkjuráðið vænta at fáa endaliga loyvið til kirkjubyggingina?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Fróði Magnussen á, at byggiloyvi til kirkjuna á Argjum varð givið av Tórshavnar kommunu fyri umleið einum árum síðani. Kirkjan hevur harumframt meira enn kravda eginogn, umleið 2 mió. krónur.

 

– Málið er eisini góðkent av teimum kirkjuligu myndugleikunum, tað vil siga Próstadømisráðnum, Føroya Stiftsstjórn og Biskupi. Sambært mannagongdini verður málið síðani latið víðari til Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Hetta varð avgreitt fyri fleiri mánaðum síðani, sigur hann.

 

– Eitt ivamál var áður reist viðvíkjandi skeytinum millum kirkjuna og keyparan av gomlu kirkjuni. Hetta er síðani rættað, hóast løgfrøðingurin hjá kirkjuni frammanundan metti, at talan ikki var um ein veruligan trupulleika, sigur Fróði Magnussen.

 

– Tí er ilt at skilja, hví málið framvegis ikki er endaliga avgreitt, heldur hann.

 

Hann vísir á, at dagur dettur av degi, og avleiðingarnar kunnu gerast álvarsamar. Seinkingin kann ávirka sáttmálan við arbeiðstakaran, elva til hægri kostnað fyri verkætlanina og í ringasta føri føra til, at Argja kirkja verður heimleys.

 

– Kirkjan hevur avtalu við keyparan av gomlu kirkjuni um, at hendan skal verða tøk hjá keyparanum tann 28. januar 2028.

 

– Í ringasta føri kann støðan gerast tann, at Argja kirkja stendur uttan egna kirkju, um arbeiðið ikki sleppur í gongd skjótast gjørligt, sigur Fróði Magnussen, løgtingsmaður, í fyrispurninginum til landsstýrismannin í mentamálum, sum hevur tíggju yrkadagar at svara spurninginum.