Costas Kadis og Bárður Nielsen skulu ein túr við Høgabergi

Høgaberg liggur á Vestmanna, og um eina løtu fer fiskivinnukommiserurin hjá ES, Costas Kadis, umborð

Tað fer hann saman við Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Fiskivinnukommiserurin kom til Føroya í morgun, og hann hevur saman við Bárði á Steig Nielsen vitjað í Vágum í morgun, har teir hava verið hjá Hiddenfjord.

Síðani verður farið til Vestmanna, har Costas Kadis og Bárður Nielsen fara umborð á Høgaberg, sum fer at sigla ein lítlan túr við teimum.

Costas Kadis er komin til Føroya á ráðstevnum UArctic Congress 2026, sum byrjar í høllini við Tjarnir í morgin og endar fríggjadagin.

Við Kringvarpið sigur Bárður á Steig Nielsen, at áhugin hjá ES fyri Føroyum er vaksandi, og tað heldur hann, at vit eiga at njóta gott av.

Bárður á Steig Nielsen fer at nýta høvi at tosa við kommiserin um tættari samstarv millum Føroyar og ES.

– Hann situr heilt uppi í systeminum í ES kommisjónini, og tá hann hevur valt at koma hendan vegin á ráðstevnuna og at hyggja seg íkring, so eiga vit at nýta høvi at tosa um tættari samstarv á øllum økjum, sigur Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið.

##med2##