Ítróttafagnaðurin: Jana Mittún er ársins ítróttanavn

Ársins ítróttafagnaður er í Varpinum í Klaksvík í kvøld

Mynd: Álvur Haraldsen

Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.

 

Hondbóltsleikarin, Jana Mittún er ársins ítróttanavn.

 

Jana segði í upptøku úr Viborg í Danmark, at hon er ovfarin og sera fegin um heiðurin. Hon slær fast, at H71 eigur stóran heiður av tí hon hevur avrikað.

 

Mamma Janu, Ann Ellefsen tók ímóti stóra heiðrinum vegna dóttrina. 

 

Hini sum vóru í uppskoti til heiðurin vóru manslandsliðið í fótbólti og Vár Guriardóttir Hansen, Rógving.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen