Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.
27-25 HM-sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í Trier í Týsklandi er ársins ítróttaløta.
Tær fingu 46 prosent av atkvøðunum á Sona appuni.
Hini sum vóru í uppskoti til heiðurin vóru 2-1 sigurin hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini í fótbólti á Kekkia á Tórsvølli, og sigurin hjá Rúna Øster í einmansleiki í badminton á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.











