Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.
U21-manslandsliðsvenjararnir, mennirnir aftanfyri søguligu HM-bronsuna, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen eru ársins ítróttavenjarar.
Hjalti sigur, at teir fegnast og arbeiða nú fram ímóti næsta málinum. Teir staðfestu tó, at tað var málmansvenjarin, Mladen Mjerimacke, ið gav tey góðu "pep-talkini" undan dystunum.
Hini sum vóru tilnevnd til heiðurin vóru Sámal Jákup Djurhuus, Stjørnan og Durita Knudsen Poulsen, Støkk.











