ÍTRÓTTAFAGNAÐURIN: B71 er ársins ítróttafelagsskapur

Fyrsti heiðurin er handaður á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu handaði Karl Vidtfeldt, formanni hjá B71 viðurkenningina fyri heiðurin

Í kvøld er Ítróttafagnaður í Løkshøll í Runavík.

 

Fyrsti heiðurin í kvøld var: "Ársins ítróttafelagsskapur".

 

Tað gjørdist ítróttarfelagið á Sandoynni, B71 sum gjørdist ársins ítróttafelagsskapur.

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu handaði Karl Vidtfeldt, formanni hjá B71 viðurkenningina fyri heiðurin. 

 

Í samrøðu við Trónd Arge segði Karl Vidtfeldt seg fegnast stórliga um heiðurin. Bara at vera tilnevnd var teimum í B71 ein stórur heiður. Karl takkaði teimum mongu sum gera B71 til eitt sunt og gott ítróttarfelag. 

 

Karl sum hevur verið partur av B71 í meir enn eina hálva øld ætlar at halda fram at virka fyri B71 framyvir. 

 

Hini innstillaðu til ársins ítróttarfelagsskap vóru Hondbóltssamband Føroya og flogbóltsfelagið, Mjølnir. 

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu handaði Karl Vidtfeldt, formanni hjá B71 viðurkenningina fyri heiðurin