Ivamálini eingin trupulleiki

- At løgfrøðingarnar í løgtinginum vísa á nøkur ivamál er púra nattúrligt - tey skulu jú tryggja, at tey ikki geva okkum skeivar upplýsingar. Orðingarnar eru rundar, og samstundis hava tey jú eisini góðkent, at málið kann leggjast fyri tingið. Trupulleikin er tí ikki størri enn tað sama, sigur Poul Michelsen, ið sjálvur triði hevur lagt uppskotið um samkynt hjúnarlag fyri tingið.

- Vit eru greið yvir, at tað hevur verið víst á møgulig ivamál í hesum málinum, men uppskotið er hóast alt góðtikið til at verða lagt fram, so ivamálini eru ikki størri enn so, slær Poul Michelsen fast.
Løgfrøðingarnir í løgtinginum hava víst á, at um uppskotið verður samtykt, kunnu tað verða trupulleikar við heimildini at gera lógarbroytingarnar. Tað, at broytingarnar ikki skulu koma inn um kirkjugátt ger tað eisini trupult, tí tá má sjálvur lógarteksturin broytast í mun til tann danska - og tað kann gerast ein trupulleiki, tí hetta er ein donsk lóg. Lógarbroytingarnar mugu gerast niðri, og tað er ivasamt, um ministarin kann gera broytingarnar sjálvur, ella um tað má fyri fólkatingið.

Trupulleikar skulu loysast
- Hetta er eitt trupult mál, tí tað eru so nógv ymisk aspekt í tí. Fyri tað fyrsta eru familjumál eitt danskt málsøki, og tí kunnu vit ikki bara broyta lógina.
Fyri tað næsta eru donsku lógirnar langt síðani dagførdar, meðan føroysku lógirnar ikki eru tað; tær eru á hvør sínum stigi, so at siga. Tað ger tað eisini trupult.
- Tað, at vit bara eru vanlig tingfólk - ikki stjórn - er eisini trupult, tí tað hevur, so vítt vit vita, ongantíð verið gjørt áður, at vanlig tingfólk bera uppskot til Danmarkar. So hetta er eitt trupult mál. Men vit kunnu ikki lata standa til, hóast okkurt er trupult, sigur Poul Michelsen og leggur afturat:
- Slíkar trupulleikar má man bara loysa.
Hann er tó ivaleysur í, at Fólkatingið fer at góðkenna broytingina, um tað kemur so vítt.
- Tey vilja jú hava, at vit dagføra hesa lógina og tryggja samkyndum rættindi. Tá lógin um skrásett parlag kom í gildi niðri, broytti man kirkjulógina, men tað ber ikki til hjá okkum at samantvinna báðar lógirnar, m.a. tí annað er danskt málsøki, meðan hitt er føroyskt. Fólkatingið veit, at hetta er tað maksimala, vit kunnu gera, og tað góðtaka tey heilt víst.
Poul Michelsen sigur, at tey ikki formelt hava sent fyrispurningar til danskar politikarar, men óformelt hava tey spurt seg fyri, og tað verður eingin trupulleiki at fáa tað ígjøgnum.
- Spurningurin er sostatt bara, um ministarin metir seg hava heimild at gera hesa broytingina sjálvur - ella um tað skal fyri fólkatingið. Vit meta ikki, at tað er nakað ivamál um, hvørt broytingarnar fara at koma ígjøgnum, men bert hvussu tað skal vera gjørt. Verður tað samtykt í Føroyum, verður tað heilt víst eisini góðtikið niðri, sigur Poul Michelsen.
Spurdur um seinastu viðmerkingina frá løgfrøðingunum um, at tað møguliga mugu gerast aðrar fylgibroytingar, um lógarbroytingarnar koma í gildi, svarar Poul Michelsen, at hatta er ein so mikið rund og óítøkilig orðing, sum helst serliga er gjørd fyri at tryggja løgfrøðingarnar sjálvar, sum nú hava ávarað um, at tað møguliga kunnu standast aðrar broytingar av hesum.
- Men altso.. verður tað neyðugt við fleiri broytingum, so gera vit bara tær so hvørt. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar stórur trupulleiki, so hasum eri eg als ikki bangin fyri, slær Poul Michelsen fast.
Myndatekstur:
- Løgfrøðingarnir hava víst á nøkur møgulig ivamál, men tað skulu tey jú gera. Eg dugi ikki at síggja, at hesi ivamálini verða nakar stórur trupulleiki, sigur Poul Michelsen, ein av uppskotsstillarunum.

-----

í ein kassa fyri seg:

Løgfrøðilig ivamál
Løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni hava víst á, at tað eru nøkur ivamál í sambandi við uppskotið hjá Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen. Í skrivi, sum er latið Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen, skriva teir soleiðis:

Uppskotssetararnir ynskja ikki at lóggeva innum gáttina í kirkjum, og er tí einasta møguliga loysn at gera broyting í § 14, stk. 2 í føroysku lov om ægteskabs indgåelse og opløsning.
Skal hetta fáast ígjøgnum má eitt ríkislógartilmæli skal gerast afturat. Hetta er sum so lætt at gera, men løgfrøðiliga eru tað fleiri stór ivamál. Fyri tað fyrsta er tað stórt ivamál, um tað yvirhøvur er nøkur heimild at broyta § 14, tí fyri at seta eitt ríkislógartilmæli í gildi fyri Føroyar krevst, at tað í donsku lógini er ein heimild at seta ásetingarnar í gildi í Føroyum.
Men reglan er, at ein slík heimild bert kann brúkast eina ferð. Tá Føroyar settu hjúnabandslógina í gildi í Føroyum í 2002, varð henda heimild brúkt. Tískil er væntandi, at danskir myndugleikar ikki vilja góðtaka, at Føroyar brúka somu heimild eina ferð afturat.
Hóast danskir myndugleikar fara at góðkenna, at sama heimild verður brúkt einaferð afturat, er tað als ikki vist, at danir fara at góðtaka føroyska ynski um broyting í § 14, stk. 2. Hetta tí, at uppskotið hevur eina aðra orðing enn tann danska. Møguleiki er bert at broyta viðvíkjandi “hvad særlige færøske forhold tilsiger”. Vanliga kunnu innihaldsliga broytingar ikki gerast, og um frávik skulu vera, skal hetta avtalast millum føroyskar og danskar myndugleikar. Hetta er ikki gjørt í hesum føri. Spurningurin er, um talan er um “særlige færøske forhold” í hesum føri, og um danskir myndugleikar sostatt vilja góðtaka hetta frávik.
Sostatt má fyrivarni eisini takast fyri, at hóast Løgtingið fer at samtykkja uppskotið, er als ikki vist, um danski ministarin fer at seta lógina í gildi.
Til seinast skal enn einaferð minnast á, at donsku lógirnar á økinum eru broyttar fleiri ferðir gjøgnum árini. Fyrivarni má tí takast fyri, at møguligar aðrar fylgibroytingar mugu gerast.

-----

Uppskotið snýr seg í stuttum um, at samkynd fólk skulu kunnu ganga saman í hjúnarlag við borgarligari vígslu. Men uppskotsstillararnir vilja broyta orðingina í lógini, soleiðis, at kirkjan skal haldast uttanfyri. Sum er, skal kirkjan geva pørum, sum eru borgarliga gift, vælsignilsi, um tey ynskja tað. Fyri at halda kirkjuna uttanfyri uppskotið, vilja Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen broyta lógina, soleiðis, at kirkjan bara skal geva pørum "af forskelligt køn" vælsignilsi eftir borgarliga vígslu.