Ivamálini eru í verjupartinum

Frammi á vøllinum eru eingi ivamál, meðan fimm spælarar eru við í kappingini um fýra pláss í verjuni

Longu undan fráferðini úr Føroyum mikudagin tóktist tað rættuliga upplagt, hvussu føroyska liðið fer at verða mannað á miðvøllinum og í álopinum, tá ið tað í morgin fer at takast við grannarnar fyri vestan á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Hóast hann eftir fýra umfør í landskappingini ikki enn hevur funnið vegin til netmeskarnar hjá mótstøðuliðunum ? tað plagar hann annars at vera óførur til ? so verður John Petersen annar av álopsmonnunum. Undir liðini á honum verður ivaleyst Andrew av Fløtum. Á miðvøllinum er einki at ivast í, at Jákup á Borg verður í høgra borði, og at Fróði Benjaminsen og Julian Johnsson vera mitt fyri. Hesin seinni hevur saman við so nógvum øðrum B36 monnum ikki enn verið serliga væl upplagdur í heimligu kappingini, men tann, sum hevur verið fastur maður í sjey ár, og sum stendur á gáttini til at spæla landsdyst nummar 50, verður ikki settur av. Serliga ikki tá ið Ísland, sum hevur nógvar høvuðssterkar spælarar og nógvar spælarar, sum eru drúgvir í nærdystunum á liðnum, er hin parturin.
Miðvallarplássið í vinstru hevur verið ivingarsamt, síðani Øssur Hansen og Jens Kristian Hansen vóru fastir menn. Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni hava verið royndir í tí ódnini. Heðin fekk ikki boð hesa ferð. Hjalgrím kappast við Rógva Jacobsen um plássið, og tað er nógv, sum bendir á, at Rógvi verður tann drúgvari í tí kappingini. Hann stóð seg væl, tá ið hann fekk møguleikan í vinadystunum ímóti Kasakstan, og tað hevur ikki minsta týdningin, at hann hevur væl betri fyritreytir í høvuðspælinum ? tað hevur hann longu víst fleiri ferðir í heimligu kappingini í ár ? enn kappingarneytin.

Ivamálini
Um Jens Martin Knudsen ella Jákup Mikkelsen skal vera í málinum valdast hesa ferð, sum tað hevur gjørt seinastu nógvu ferðirnar, um, hvussu dagsformurin er. Jákup, sum ikki sleppur framat í bestu norsku deildini, var ikki tøkur í fyrra vinardystinum ímóti Kasakstan, og tá ið hann undan seinna dystinum var komin til Føroya, var hann so mikið skaddur í einum fingri, at tað ikki bar honum til at spæla. Lars Høgh venur teir báðar málverjarnar í Reykjavík, og hann fara Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen ivaleyst at fundast við, áðrenn teir taka avgerðina.
Jens Martin var málverji ímóti Skotlandi á heimavølli í fjør. Tá ið landsliðið spældi í Litava og Týsklandi var Jákup millum stólparnar, og hann var rættuliga sannførandi.
Fimm spælarar eru við í kappingini um tey fýra plássini í verjuketuni. Teir eru Christian Høgni Jacobsen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Johan Byrial Hansen og Súni Olsen. Um Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson høvdu verið tøkir hesa ferð, so hevði verjan ivaleyst sæð soleiðis út: Pól, Óli, Jón Rói og Súni. Nú eru Óli og Pól leikbannaðir, og tað hevur við sær, at talan verður um nýggja samanseting.
Á vongverjanum í høgru eru Christian Høgni og Jóhannis møguleikarnir. Venjararnir tykjast hella til Christian Høgna. Á vinstra vongverja eru Súni og Johan B. Hansen møguleikarnir. Í fyrstu atløgu er mest upplagda boðið, at Súni verður vongverji, og at Johan ella Jóhannis Joensen verður miðverji saman við Jón Róa

Síðsti møguleikin.
Tað er eisini ein annar møguleiki, sum ikki hevur verið nevndur, men sum tað væl kann hugsast, at venjararnir umhugsa. Aftur og aftur hevur dentur verið lagdur á, at tað í 4?4?2 spælskipanini hevur sera stóran týdning at hava góðar fótbóltsspælarar í miðverjuni, og at teir eisini eru skjótir. Á yngru landsliðunum hevur Jógvan Martin Olsen fleiri ferðir havt Súna Olsen í miðverjuni. Tí er møguleikin ivaleyst og vendir á borðinum á gistingarhúsinum í Reykjavík, um Súni skal vera miðverji saman við Jón Róa.
Um tann loysnin hevði verið vald, so verður Johan B. Hansen í vinstra verjuborði. Har hevur hann spælt nógv í feløgunum, og hann hevur eisini røkt tað plássið á landsliðnum. Fyrimunirnir við hesi síðstu loysnini eru altso tveir skjótir og góðir bóltspælarar í miðverjuni.
Íslendingar eru góðir í luftspælinum, og um teir sleppa at leggja høgar sendingar í føroyska brotsteigin, so verða teir vandamiklir. Føroyingarnir á miðvøllinum og í verjuborðunum skulu syrgja fyri, at íslendingarnir ikki sleppa til longu og høgu sendingarnar innfyri føroyska málið. Um íslendingarnir sleppa at gera tað, sum teir ætla sær, so kann tað skjótt gerast rættuliga kostnaðarmikið. Jón Rói veit, hvat tað snýr seg um í luftspælinum, og Jóhannis og Johan er betri fyri í tí partinum, enn Súni er tað. Men føroysku spælarnir fara neyvan at megna at vinna luftbardaga ímóti íslendingunum, og um talan gerst um luftkríggj, so kann tað skjótt aftaná verða soleiðis, at semja verður um, at tað ikki var rætt, at Hans Fróði Hansen varð settur eftir í Føroyum.
Í blaðnum í morgin verður meiri at frætta frá okkara monnum í Reykjavík um, hvussu liðið fer at síggja út. Álopsódnirnar og miðvallarplássini er tað eingin ivi um. Hvør skal manna hinar ódnirnar verður vent og snarað á venjaraborðinum í Reykjavík í dag.
Jann Ingi Petersen, Atli Danielsen, Ingi Højsted og Jónhard Frederiksberg eru í hesum hugleiðingunum ikki nevndir sum møguleikar millum teir fyrstu ellivu í morgin. Teir eru, so plagdi maðurin at taka til, við fyri at læra!