Hóast eitt álit er lagt fram um, hvussu fiskivinnan eigur at skipast eftir 2. januar 2018, so er andstøðan enn fullkomuliga í iva um, hvat hon skal samráðast við samgonguna um.
Andstøðutingfólk, sum vanliga eru partar av samráðiingunum um júst fiskivinnuna, siga, at tey eftir álitið frá nýskipanarbólkinum eru meira forvirraði, enn tá ið bólkurin fór til arbeiðis. Tað kann gott vera, at tey hava fingið eitt sindur meira vitan um ávís evnir, men politiskt eru tey als ikki vorðin klókari.
- Faktiskt er tað soleiðis, at vit í dag als ikki duga at meta um, hvat tað er fyri eitt uppskot landsstýrismaðurin fer at bjóða okkum til smráðingar um, siga umboð fyri fleiri av andstøðuflokkunum við ting.fo.
Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen og Høgni Hoydal søgdu eftir at álitið frá nýskipanarbólkinum var alment lagt fram, at teir framvegis halda seg til samgonguskjalið, har tað stendur, at veiðurættindini skulu latst eftir marknaðartreytum.
Við øðrum orðum halda teir fast um okkurt slag av uppboðssølu av fiskirætindunum.