- Hetta var ein góð hevnd fyri dystin í Andorra. Soleiðis lýsir áleyparin, Jóan Símun Edmundsson 1-0 arbeiðssigurin á Andorra á Tórsvølli í kvøld.
Jóan Símun Edmundsson viðgongur, at talan var um ein strævnan dyst har Andorra spældi ógvuliga óreiðuliga við at klípa og boksa føroysku spælararnir, sum Jóan Símun útgreinar tað.
Jóan Símun Edmundsson er sera fegin um, at hann og liðfelagarnir ikki fóru í felluna hjá Andorra, sum í seinasta dystinum, og fyri Jóan Símun sum stóð eftir við svartaperi niðri í Andorra kennist sigurin sera søtur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jóan Símun Edmundsson aftaná dystin á Tórsvølli í kvøld.