18 ára gamli toftamaðurin hevur síðani hann flutti til Newcastle, verið fastur á eykaliðnum. Í kvøld tóku teir á heimavølli ímóti Scunthorpe United, ið fyrr í ár hevði gleðina av at hava Gunnar Nielsen á vitjan í FA Cup. Dysturin varð leiktur á Whitley Park í Newcastle.
Scunthorpe legði seg á odda aftaná 20 minuttir, men eitt gott korter seinni javnaði Newcastle við máli frá Callum Morris. Tað var eisni hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki kom føroyingurin í svørtu og hvítu troyggjuni hjá Newcastle í fokus. Stutt uttanfyri brotssteigin rekur hann framvið tveimum verjuleikarum, áðrenn hann sendur ein ?killer through ball? til Wesley Ngo Baheng, ið skorar til 2-1. Men í evstu løtu eydnast tað Scunthorpe at javna, og harvið stjala tað eina stigi við heim.
Jóan Símun spældi allan dystin í álopinum. Eykaliðið hjá Newcastle liggur í løtuni á einum 7. plássi við 16 stigum. Grannarnir úr Middlesbrough liggja fremst við 34 stigum. Komandi dystur er á heimavølli ímóti Huddersfield 20. apríl.
NUFC: Tim Krul (c) (Max Johnson 46), Darren Lough, Callum Morris, Ben Tozer, Shane Ferguson, Jonny Godsmark, Patrick McLaughlin, Ryan Donaldson, Joan Edmundsson, Frank Danquah (Michael McCrudden 58), Wesley Ngo Baheng
Subs: Dan Taylor, Aaron Spear, Patrick Nzuzi
(www.nufc.co.uk)