Í dag klokkan 15 fer løgmaður at loysa Jóannes Eidesgaard úr starvi sum fíggjarmálaráðharri og at tilnevna John Johannessen sum nýggjan landsstýrismann í heilsumálum. Samstundis fer Aksel V. Johannesen úr Heilsumálaráðnum í Fíggjarmálaráðið. John Johannessen er 33 ár og ættaður úr Lopra. Hann er fyrrverandi tíðindamaður, hevur starvast á Sosialinum og í Sjónvarpi Føroya. Hann hevur sitið á Løgtingið síðani 2004. Hann er giftur Ragnhild Estrid Olsen úr Sandavági og tey hava trý børn.