Jóannes hevði fyri fyrstu ferð framsýning sum 13-ára gamalur, og var hetta á Runavíkar skúla saman við øðrum. Síðani hevur hann m.a. sýnt fram myndir sínar á Gallarí Jinx og á Studentaskúlanum í Hoydølum. Framsýningin í Smiðjuni er kortini hin størsta higartil. Her er talan um einar 11 málningar í Akrýl og Olju, umframt fimm grafiskar stansur, ið eru vatnlitsmyndir og eitt úrval av foto-myndum, ið hanga á loftinum.
Stutt kann sigast um Jóannes, at hóast vit einamest kenna hann frá tónleikinum og skrivingini hevur hann fingist við at tekna alt sítt lív. Mest er tað blýantstekningin, ið hugtekur hann, men tá hann gekk í skúla í hoydølum frá 2002 til 2005, fekk hann av álvara eyguni upp fyri listasøgu og málningalist, og hevur hetta spælt ein stóran leiklut í lívi hansara síðani. Í dag starvast hann sum sniðgevi á samskiftisvirkinum Sansum, og fæst hann tískil við listina í frítíðini.
Hetta er ein heldur øðrvísi framsýning enn tað ein er vanur við at síggja í smiðjuni. Sjálvur sigur Jóannes, at hann hevur lagt dent á at vera so erligur og kompromisleysur í sínum úttrykki sum gjørligt, og sigast má at hann ikki leggur fingrarnar ímillum hesum viðvíkjandi. Framsýningin hevur fingið heitið: "Fepurliturgi".
Framsýningin hongur uppi til mikudagin tann 15. februar. Gerandisdagar er opið frá kl. 15.00-19.00, leygardag frá kl. 10.00-14.00 og sunnudag kl. 12.00-17.00.