Nú eru eini 14 dagar síðani, at Jógvan Andrias og norsk/føroyska tónleikamanning hansara ferðaðist í Føroyum í samabndi við, at fløga við løgum hjá Jógvan Andriasi var á veg. Konsertirnar vóru væl fagnaðar og løg vóru eisini spæld í Útvarpinum.
Men enn er fløgan ikki komin. Orsøkin er, at ymsir trupulleikar hava stungið seg upp við húsanum.
Jógvan býr í Noreg og arbeitt verður við at fáa konsertir á beinini har, ið m.a. Norsk/Færøsk lag skipar fyri í Oslo, men áhugi er eisini í Tromsø, har norsku tónleikararnir búgva og skrivað hevur verið um fløguna lokalbløðum har og áhugi er fyri konsertum.
Fløgan hjá Jógvan Andriasi er nú sett at koma út í næstu viku, fríggjadagin 8. oktober.