Jógvan løgtingsformaður

Leygardagin var fyrsti løgtingsfundur hjá nývalda Løgtinginum, og har var nýggjur løgtingsformaður valdur

Nývalda Løgtingið hevði sín fyrsta fund leygardagin, og tá varð nýggjur løgtingsformaður valdur.
Eisini tóku trý nýggj tingfólk sæti á Tingi fyri tey trý fólkini, sum framvegis sótu í landsstýrinum fyri Sambandsflokkin.
Talan var um Reimund Langgaard, Eivin Jacobsen og Jóna Mortensen, sum koma á Ting fyri Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, Johan Dahl, vinnumálaráðharra og Rósu Samuelsen, almannamálaráðharra.
Síðani varð nýggjur løgtingsformaður valdur fyri Hergeir Nielsen – sum forrestin ikki stillaði upp aftur.
Tað var Fólkaflokkurin, sum fekk løgtingsformannin, og valið fall á Jógvan á Lakjuni, ið hevu drúgvar royndir, bæði sum løgtingsmaður og sum landsstýrismaður í mentamálum.
Á løgtingsfundinum týsdagin tók Rósa Samuelsen so sæti á Tingi fyri Bjørn Kalsø, sum tók við sum landsstýrismaður í mentamálum.