Jógvan Martin Olsen, Víkingur

Vit hava spurt allar venjararnar í Effodeildini, hvussu teir eru nøgdir við kappingarársbyrjan. Her svarar Jógvan Martin Olsen hjá Víkingi

Jógvan Martin Olsen, Víkingur:

Steypakappingin: (vunnu 1-0 á B36)
- Tað var ein javnur dystur, har vit vóru greitt betri í fyrra hálvleiki og teir betri partar av seinna hálvleiki. Yvir allan dystin meti eg, at vit vóru betra liðið. Vit góvu minni burt og høvdu fleiri møguleikar, hóast vit vórðu trýstir løtur í seinna hálvleiki. Teir vórðu tó sanniliga eisini trýstir í fyrra hálvleiki. Jú, eg eri væl nøgdur, sigur Jógvan Martin Olsen.

Landskappingin: (níggju stig eftir tríggjar dystir)
- Tað hava verið tættir dystir. Fyrsti dystur var á Tvøroyri, har TB gav góða móstøðu í fyrra hálvleiki og blivu betri sum dysturin leið. Kanska vóru vit hepnir, men vit góvu minni burt og skaptu nógv sjálvir. Á heimavølli spælir B68 upp við okkum, men teir koma ikki til nógv. Tað sama var galdandi ímóti EB/Streymi; teir koma til møguleikar í byrjanini, men vit vóru betri yvir 90 minuttir. So allar dystirnir hava verið tættir og spennandi, vísir Jógvan Martin á áðrenn vit spyrja hann, um teir hugsa um at binda um í verjuni, nú teir bara hava latið eitt mál ígjøgnum í fýra dystum.
- Um vit taka dystin ímóti EB/Streymi, so eru vit fullkomiliga spælstýrandi og tað sama ímóti B36. Eg vil ikki verjukendir, heldur tvørturímóti. Vit hava tveir álopssinnaðir bakkar, sum hava virkað sum vongleikarar, sigur succés-venjarin hjá Víkingi.