Jógvan við Keldu valdur í Norðurlendskan-Baltiskan arbeiðsbólk

Mælt verður til at økja samstarvið millum Baltalondini, Norðurvestur-russland og Norðurlandaráðið

Norðurlendska ráðharraráðið hevur skotið upp eina ætlan í samband við útbúgvingar- og granskingarøkið millum Baltisku londini og Norðurlond saman við Norðurvestur-russlandi.
Tað er Mentanarnevndin hjá Norðurlandaráðnum, sum viðger hendan spurningin og skal koma við eini arbeiðsætlan.
Baltisku londini og Norðurlandaráðið hava valt hvør sín fýramannabólk, ið skulu samstarva fyri einum grundarlagi fyri útbygdum samstarvi.
Politiska málið er at menna felags norðurlendska-baltiska útbúgvingar- og granskingarøkið og at útbyggja norðurlendska samstarvið við russiskar myndugleikar og stovnar á útbúgvingar- og granskingarøkinum.
Málið er at virka fyri størri samstarvi millum skúlaungdómar í nevndu londum og við tíðini at útbúgvingarlegan kann gerast eins við tíðini í hesum londum.
Ætlanin er at fíggja arbeiðið innan fíggjarætlan Norðurlandaráðsins og brúka nýggju skipanina »Nordplus Nabo«, samstundis sum tað eisini kemur ávís fígging úr Baltisku londunum.
Síðani Baltisku londini gjørdust fræls og Norður-vesturrussland liggur fyri neyðugum broytingum, so tað kann verða til ampa fyri Norðurlond, sær Norðurlandaráðið tað sum neyðugt at fara meiri ítøkiligt inn í hesa menning.
Fyri vinstrasosialistiska bólkin er vald Lena Jensen úr Noregi. Javnaðarflokkurin hevur valt Niels Erik Søderquist, Miðflokkarnir hava valt Ragnar Erlandsson úr Álandi, meðan konservativi bólkurin valdi Jógvan við Keldu úr Føroyum, sum samstundis skuldi umboða útnorðurøkið.
Niels Erik Søderquist úr Svøríki er formaður.
Fyrsti fundurin hjá arbeiðsbólkinum var í Vilmanstrand í Finnlandi 24. juni. Annar fundurin verður í Tórshavn 31. juli, tá summarfundurin hjá Mentanarnevnd Norðurlandaráðsins í ár verður hildin í Føroyum.
Síðani verður fundur millum Baltiska- og Norðurlanda-arbeiðsbólkin.
Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal koma við einum uppskoti til heystar.