Jóhan á Plógv settur sum leiðari

Mentamálaráðið hevur sett Jóhan á Plógv í starv sum leiðari fyri verkætlanina skúlatilboð til ung við breki.

Jóhan á Plógv er 35 ára gamal. Hann tók prógv sum bygningssnikkari í 1991, námsfrøðiútbúgving í 2001 og útbúgving sum seksualráðgevi fyri menningartarnaði í 2002.
Jóhan hevur m.a. starvast sjómaður, bygningssnikkari og sum námsfrøðingur hjá ungum og menningartarnaðum í skjótt 11. ár.
Mentamálaráðið hevur keypt hús í Runavík til endamálið. Talan er um eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði og hvørs endamál er at menna tey ungu til at virka sjálvstøðugt í arbeiðslívi og tí dagliga degnum. Høvuðsdentur verður lagdur á ítriv, arbeiði og praktiska upplæring. Skúli skal í hesum høpinum síggjast frá einum víðkaðum sjónarmiði í mun til vanliga bókliga skúlan. Ein partur av undirvísingini skal vera undirvísing og venjing í at búgva uttanfyri heimið - antin í egnari íbúð ella í sambýli við øðrum eftir at undirvísingartilboðið er liðugt. Venjing í at húsast er ein týdningarmikil partur av undirvísingini, tí eitt sjálvstøðugt lív er treytað av, at næmingarnir hava kunnleika til tey krøv, samfelagið setur og kunnleika til rættindi og skyldur.
Næmingarnir byrja væntandi skúlagongdina fyrst í komandi ári.