Jóhanna Mathea: Trøllanes­gentan, sum gjørdist borgmeistarakona í Havn

Mamma Jóannes Skaale, Jóhanna Mathea, var fødd 9. august 1906. Nú er so nógv skrivað um Jóannes, sum doyði herfyri. Her skal sigast nakað um mammuna. Frásøgnin er frá 2001

Trøllanes var leingi sera avskorin frá restini av landinum. Farleiðin hevur í øldir bert verið til gongu um fjøll til Mikladals, og tað var ikki fyrr enn Jóhanna Mathea var tilkomin, at tað yvirhøvur kom ruta við báti norður á Nes.
Men slík samfeløg ala upp tær størstu persónligheitirnar, har fjar­støðan lítið og einki hevur at siga. Ein av teimum var Absalon Guttorm­sen, sum gjørdist ein tann fremsti talsmaðurin fyri fráhalds­sakina í síni tíð. Og man tað vera honum fyri at takka, at Kalsoyggin enn man vera eitt tað ”turrasta” økið í landinum.
Jóhannes, abbabeiggi Jóhannu Matheu, tók í 1865 stig til eina ta fyrstu royndina við skipsfiskiskapi í Norðoyggjum, tá hann saman við nógvum øðrum keypti Caprice. Tað vóru heilir sjey partaeigarar av Trøllanesi, og áttu teir ein triðing av partapeninginum. Millum parta­eigararnir vóru beiggjarnir hjá Jó­­hannes. Ein av hesum abbi Jó­honnu Matheu, Mikkjal Pauli. Ein parta­eigari var eisini Absalon.

Fødd í hendingaríkum ári
Foreldur Jóhonnu Matheu vóru Marin Malena og Jógvan, ættaður av Syðradali. Tey fingu sjey børn: Mikkjal, sum gjørdist bóndi í Inni­stovu, Jóhanna Mathea, Poul, Jóna, Hjørdis, Thorstein og Johannes.
Jóhanna Mathea var næstelst. Tann yngsti beiggin, Jóhannes, fall í bjørgunum 18 ára gamal í 1935. Jóannes Skaale er uppkallaður eftir honum. Jóannes kom annars at vaksa upp hjá Jónu og mann hennara Marius Johannessen, sum var lærari í Mikladali. Tí kom Jóannes eisini at kenna seg sum kalsoying.

Máttu klára seg sjálvi
Á Trøllanes máttu tey fyrst og fremst klára seg við tí, sum kundi fáast til vega í bygdini, oynni og av sjónum.
Skuldi farast til Mikladals, mátti farast yvir fjøll. Men tey máttu ofta fara í ringastu líkindum, tá tað kundi vera lívshættisligt at fara millum bygdir. Í kava og frosti máttu tey høgga hvørt spor á leiðini. Og at koma til Mikladals var ofta tann stytsti teinurin. Skuldi farast suður eftir oyggj, mátti farast um trý fjøll afturat. Men meira enn so hendi, at tað gingu vikur og mánaðir, at tað als ikki var farandi úr bygdini.
Tey tilevnaðu sær síni egnu klæði við veving og tøting. Mjólkin varð gjørd til smør og eisini ost. Ein stórur avtakari av smøri var Jógvan Zachariassen, lækni í Klaks­vík. Onkrar vørur máttu sjálv­sagt bíleggjast úr Klaksvík. Eina­ferð bóðu Jóhanna Mathea og systrarnar pápan um at bíleggja eitt sindur av margarini, tí hetta var betri egnað til baking enn smør. Men pápin visti als ikki, hvat margarin var fyri nakað!

Útflutningur av ull og fjøður
Ullin kom tá til sættis. Ein partur var spunnin til tógv, sum so var antin vovið ella bundið til klæði. Men Jógvan bóndi hevur eisini verið eitt sindur av einum businesmanni. Hann hevði gott samband við ís­lendskar handilsmenn í Danmark. Hann gjørdi avtalu við teir um keyp av ull og lundafjøður, og var hetta eitt gott ískoyti til húsarhaldið.

Postur sum ørindi
Fyrst Jóhanna Mathea mintist, kom postur als ikki til Trøllanesar. Hann kom ikki longur enn til Mikladals. Men hetta var eitt gott høvi hjá monnum í Mikladali, sum ikki vóru so væl fyri fíggjarliga, at gera sær ørindi til Trøllanesar við postinum. Teir fingu í hvussu er tað burtur úr, at teir fingu ein góðan bita, og kanska onkuntíð eitt oyra eisini.
Tá Jóhanna Mathea var ung var eingin telefon yvirhøvur. Einaferð tá ið Jóhanna Mathea var barn var eitt stórt brúdleyp á Húsum, har øll oyggin var boðin. Fólk fór eisini av Trøllanesi. Men reiðuliga farin avstað brast á við illveðri og kavaroki, og heima á Trøllanesi frættu tey einki aftur í 8 dagar. So tað var ikki løgið, at tey, sum vóru eftir í bygdini, vóru við at ganga til av ótta fyri, um nakað kundi vera hent teimum. 
Ein dagin segði abbin, Mikkjal, frá, at hann fór burtur í haga. Hetta vildi hann als ikki farið und­ir vanligum umstøðum, men veru­liga fór hann tá til Mikladals at vita, hvussu vorðið var. Hann kundi koma heim við teimum góðu boð­unum, at øllum visti væl við.

Skúlagongd í eitt ár
Tað var ein lærari, sum hevði ábyrgdina av øllum skúlunum í Kals­oynni. Húsar og Mikladalur vóru stórbygdirnar í oynni, so um­farið var, at fyrst var lærarin 10 dagar á Syðradali, síðan 20 dagar á Húsum og so 20 dagar í Mikladali. So var lærarin 10 dagar á Trøllanesi. Skúli var eingin, so skift var millum bóndahúsini Útistovu og Innistovu at undirvísa í. Hetta merkti, at Trølla­nes hevði eitt fimtings lær­ara­starv. Við allari »spilltíð« hava tey roknað seg fram til, at veruliga skúlagongdin var eitt ár. Men søgan sigur einki um, at tey á Trøllanesi kláraðu seg verri enn onnur av hesi orsøk!
Fyrsti lærarin, Jóhanna Mathea mintist, var Stefania, sum giftist við Trond Hansen í Havn. Seinni kom Jóhanna Joensen, mamma Salo­mon Joensen prest. Ein annar lærari var Julianna Petersen av Húsum, sum var lærari frá 1913-53. Í 1926 fingu Trøllanes og Mikladalur sín egna lærara, og gjørdist hesin Marius Johannesen, sum giftist við Jónu í Innistovu, systir Jóhannu Matheu. Marius var lærari fram til 1953, tá hann gjørdist stjóri á háskúlanum.
Undan Stefaniu var Maria hjá Conrad, sum skapti søgu við at verða koyrd sum lærari, tí hon gjørdist baptist. Maria var mamma Jónu og Conrad Joensen og Sigurd Berghamar. Maria giftist við Jó­hannes, son Elias, sum var beiggi gamla Mikkjal.

Eingin kirkja og lítið av kirkjufólki
Á Trøllanesi var eingin kirkja. Nú kann tað hava verið av tilvild, men tvey av teimum trimum húsunum í bygdini komu rættuliga tíðliga í Brøðrasamkomuna. Tað sama var galdandi fyri mostrina, Onnu Sofíu, í Innistovu. Einaferð spurdi prestur Marius Johannesen, sum tá var lærari í Kalsoynni, hví baptistarnir høvdu fingið slíkt fótafesti á Trølla­nesi. Marius svaraði aftur, at kanska var orsøkin tann, at prest sóu teir so ongantíð har norðuri!

Nógv vitjan
Jóhanna Mathea segði annars, at hóast ein skuldi hildið tað, búðu tey als ikki í einsemi á Trøllanesi. Her kom altíð nógv ferðafólk, ikki minst á vetri, og blíðskapurin á Trøllanesi hevur altíð verið framúr heilt til henda dag. Nógv fólk og eisini út­lendingar komu ár um ár. Ein av gest­unum, tá Jóhanna Mathea var lítil, var ein gomul gøtukona við einum dreingi, sum helst var ein ommusonur. Hann kallaðist Hans Jakku, og hevur drongurin verið Hans Jakku Havstreym, sum seinni gjørdist formaður í Før­oya Fiskimannafelag. Hann var eisini oddamaður í tí flokki, sum ommu­sonurin nú umboðar á fólkatingi.

Gott samanhald
Tað var eisini gott samanhald á Trøllanesi. Jóhanna Mathea hevði til vana hvørt tað einasta kvøld at fara inn á gólvið í hinum húsunum at siga góðanátt. Ein morgun gevur Katrina Útistovu, ilt av sær: ”Eg sat alt gjárkvøldið og bíðaði eftir tær”. ”Men eg kundi ikki koma, tí heilar tvær kýr kálvaðu í gjárkvøldið”. Hetta sigur nakað um uppgávurnar hjá teimum ungu tá tí tíðini.
Katrina var eisini eitt gott umboð fyri mentanina á Trøllanesi. Hon umboðaði handalagið og hegnið, sum framvegis er eitt eyðkenni fyri tey í Útistovu. Hon gav út bók um plantuliting, sum var hennara serfrøði úr heimbygdini.
Men børnini kundu eisini spæla. Óluva í Útistovu hevur greitt frá, at tær báðar Jóhanna Mathea spældu við dukkur heilt til 18 ára aldur.

Seinasti kossur
Ein annar sermerktur persónur á Nesi tá í tíðini var Óli (Wolles) í Uppi­stovu. Tey bæði, Óli og Jóhanna Mathea, vóru sera væl. Ofta var tørvur á fólki til mannfólkaarbeiði á sumri, og Óli fekk lokkað Jóhannu Matheu at koma á fjall, sum avgjørt ikki var konufólkaarbeiði. Tað var rættuliga illgongt, men væl riggaði.
Seinastu ferð hon hitti Óla, sigur hann við hana: “Kom og gev mær ein síðsta koss”. Hon kundi ikki rættu­liga skilja henda málburðin, tí Óli sá ikki øðrvísi út, enn hann var vanur. Men hann fekk kossin, og tey sóust ikki aftur. Stutt eftir var Óli deyður!

Hevði útlongsul
Men Jóhanna Mathea hevði út­longsul. Hon visti eisini, at Trøllanes kundi ikki gerast hennara framtíð. Hon fór á háskúla 19 ára gomul. Men hon steðgaði ikki har, tí aftaná fór hon niður til Danmarkar.
Hon fór at arbeiða hjá einum bónda í Allerød í Norður-Sælandi, síðan fór hon at arbeiða hjá einum bakara, og royndi hon ymisk arbeiði. Hon var fyrst niðri í 2 ár. Síðan kom hon heim aftur til Trøllanesar í 1 ár, og fór so niður aftur í tvey ár.

Seymaði kjólan til drotningina
Nú fekk hon arbeiði at seyma í eini fínari klædnaforrætning á Strøg­num í Keypmannahavn, kallað Jack Olsen. Og her var rættuliga stílur í. Leiðarin á seymistovuni fór fýra ferðir árliga til Paris at kanna mótan! Og her kom rættuliga til sín rætt tað, sum Jóhanna Mathea hevði lært í »lívsins skúla« á Trølla­nesi, har neyvan nakað plagg varð keypt.
Jóhanna Mathea segði, at tann, sum fyrst og fremst lærdi hana upp á hesum økinum, var most­urin Anna Sofía. Hon var allar sínar dagar í Innistovu. Aftaná at yngsti beiggin, Jóhannes, var fødd­ur, gjørdist mamman sera sjúk og lá leingi í seingini, til hon doyði bara 43 ára gomul. Tá mátti mosturin rættuliga taka um endan á húsar­haldinum. Hon var ein merkis­kvinna. Anna Sofía hevði ætlað sær at læra til jarðarmóður, men pápi hennara segði við hana: ”Hugsar tú als ikki um systir tína”. Tískil settist hon aftur.
Anna Sofía hevði ein slíkan mynd­ug­leika, at hennara orð vóru lóg, har eingin tordi at mukka. Hon var lærumeistarin, sum gjørdi Jóhannu Matheu kvalifi­ser­­aða til at seyma fyri tey fínu í Køben­havn. Jóhanna Mathea var millum annað við til at seyma kjólan hjá Alex­andrinu drotn­ing, ommu Mar­gretu, sum hon nýtti til for­lovilsis­veitsluna hjá Frede­rik og Ingrid í 1934. 
Og hetta kom so sanniliga eisini til nyttu, tá hon sjálv fekk sítt heim, har hon seymaði og bant uppá síni. Hetta hevði ikki minst týdning undir krígnum, tá tørvur var á nógv­um.

Kemur til Havnar
Men longsulin hevur verið at koma heimaftur, og Jóhanna Mathea byrjaði at seyma fyri fólk í Havn. Og nú var hon komin at kenna Sigfred, sum var sonur tann kenda havnarmannin Tom Nicolajsen. Tey bæði giftust í 1937.
Sigfred var ein sera virkin per­sónur. Hann arbeiddi á Fúta­kon­tórinum, men umframt hetta hevði hann nógv álitisstørv t.d. sum grann­skoðari og roknskaparhaldari nógva staðni, eisini úti á bygd. Hann var ein av teimum, sum fólk heitti á, tá m.a. skattaskema skuldi skrivast. Hetta førdi eisini til politisk álitisstørv, fyrst og fremst í býráðnum, har Sigfred var limur frá 1957-1972. Hann var borgmeistari árini 1958-67. Umframt hetta var hann eisini løgtingsmaður eitt skeið.

Ver nú so góður við Jonu!
Í hesum sambandi hevur Jona Hen­riksen greitt frá eini fittari søgu um Jóhannu Matheu. Jona var eitt skeið einsamalt konufólk í bý­ráðnum, og helst hava hinir bý­ráðs­limirnar verið nakrir mans­chavunistar. Kanska hevur Sigfred ikki verið fríur fyri tað heldur. Jona segði, at tá Sigfred plagdi at fara at býráðsfund, fylgdi Jóhanna Mathea honum onkuntíð út á trappuna og rópti: ”Ver nú so góður við Jonu!” Hetta gloymdi Jona henni ikki.

Nógv at gera á heimafrontinum
Heima var annars nóg mikið at gera. Tey høvdu torvheiðar í Havnardali. Afturat hesum vóru nógvir gestir av bygd. Serliga skyldfólk, sum høvdu ørindi í Havn.
Tí máttu tey eisini hava arbeiðs­konur. Tær vórðu tiknar við sum partur av familjuni, sum tey høvdu umsorgan fyri restina av lívinum.
Tey bæði fingu børnini Jóannes, Maritu, Annfinn, Torgerð, Jógvan Asbjørn og Vigdís. Tað er eingin ivi um, at Jóhanna Mathea var eitt merkisfólk. Hon var kvinnan, sum ein maður sum Sigfred ikki hevði klárað seg fyri uttan.
Bygdamentanin, sum hon hevur havt við sær av Trøllanesi, eigur sín leiklut í hesum. Børnini bóru henni, at hon var ein sterk kvinna við myndugleika. Hon arbeiddi altíð, og hetta var hon eisini von við heimanífrá. Og ongantíð hoyrdu tey hana skelda.
Jóhanna Mathea gjørdist 101 ára gomul.