Jóhannes Berg 75 ár

Í dag, hósdagin 7. oktober 2004, fyllir Jóhannes Berg bilasølumaður í Havn 75 ár.

Hóast hann er farin væl yvir vanligan pensiónsaldur, er hann enn ein av okkara virknastu handilsmonnum.

Jóhannes er útbúgvin bakari og hevði egið bakarí í Fuglafirði frá 1947-49.

Eftir tað kom hann til Havnar og koyrdi eitt skifti hýruvogn hjá Mortan Simonsen, áðrenn hann kom at koyra í Taxa í Lucas Debesargøtu.

Hann var ein av stovnarunum av P/F Taxa í desember 1952 og var ein av undangongumonnunum á støðini, sum í 1955 skifti navn til Auto.

Síðan 1960 hevur hann rikið sína egnu fyritøku, Berg Motors, sum enn í dag er ein av landsins størstu bilasølum.

Jóhannes Berg er føddur við Gøtugjógv 7. oktober 1929, foreldrini vóru Benadikta og Marius Berg.

Hann er giftur Karolinu, F. Mikkelsen, av Toftum. Børnini hjá teimum eru: Bjarni, Ann-Mari, Rúni, Mai-Britt og Magnus.