##med2##
- Hetta er øgiliga stórt fyri okkum. Eg haldi vit spæla tveir góðar dystir og hava uppiborið at koma víðari. Orðini eigur liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen.
Reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal hitti liðskiparan hjá KÍ aftaná KÍ hevði skrivað søgu á Svangaskarði á Toftum fyrr í kvøld, tá teir megnaði 0-0 móti litaviska Riteriai í Europa League undankappingini. Dysturin í Litava endaði 1-1, og tí vinnur KÍ seg víðari við útivallarmálinum hjá júst Jákupi B. Biskopstø.
Hetta er fyrstu ferð KÍ vinnur seg víðari frá tveimum umførum í evropeiskari kapping.
Í komandi umfarinum møtir KÍ sveisiska liðnum, FC Luzern.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup B. Biskopstø.
HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu minuttunum av tí søguliga dystinum. Rógvi Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.