Jákup Foldbo, leiðari sagt seg úr starvi

Tað kann ikki sigast annað enn, at tað kom sera dátt við at hoyra hesi tíðindi í fjølmiðlunum.

At hetta verður ein stórur missur fyri Heimarøktina og Serstovnaøkið, er teimum flestu greitt.
Sum stjóri fyri Heimarøktina og Serstovnaøkið hevur Jákup ikki nakra lætta uppgávu. Tá hann tók við sum leiðari, var hettar øki afturúr silgt bæði so og so, og hevur Jákup megnað at lyfta økið upp bæði starvsfólkaliga og umsitingarliga.
Nú tosað verður um at leggja eldraøkið út til kommunurnar, er greitt, at ein maður við tí vitan og royndum, ið Jákup hevur, eigur at ganga á odda í hesum arbeiði.
Jákup var eisini ein av teimum, ið mannaði eldrabólkin, ið hevur gjørt eitt sera gott álit, ið lýsir núverandi støðu á eldraøkinum, og sigur tað eisini, hvussu ein kann leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.
Alt tos um at peningur manglar í hjá Heimarøktini og Serstovnaøkinum er onki nýtt. Um vit hyggja nøkur ár aftur í tíðina, so hevur hetta verið ein trupulleiki, síðan økini vóru løgd saman.
Tað er lætt at leggja eina ætlan fyri ein stovn, har ein kann seta eitt mark fyri, hvussu nógv fólk ein kann viðgera ella taka inn, men í Heimarøktini er onki mark fyri, hvussu nógv kunnu fáa hjálp. Allir teir sjúklingar, ið sjúkrahúsini útskriva, tí at tey skulu spara, enda eisini í Heimarøktini.
Sambýlini kring landið eru øll smá røktarheim, tí at teir tyngstu brúkararnir koma inn har, og verður raksturin har eisini goldin av játtanini hjá Heimarøktini. Her eigur ein játtan at verða til sambýlini fyri seg, tí sum nú er, er ómøguligt at reka hettar øki uttan.
At tríggir leiðarar siga upp á hendan hátt er onki minni enn ein gøla, og eigur landsstýrismaðurin at finna eina loysn á trupulleikunum heldur enn at lata hesi fólk fara.
Skal nýggjur leiðari setast fyri Heimarøktina og Serstovnaøkið, tekur hettar langa tíð bara at seta seg inn í øll viðurskiftir. Eisini er hetta eitt øki, ið altíð hevur havt stórar trupulleikar.
Nú øki ðendiliga hevur fingið ein leiðara, ið hevur megnað at fáa skil á, er harmiligt at missa hann á hendan hátt, og vilja vit heita á landsstýrismannin um at finna eina loysn.