Hann er næstelstur av átta systkjum, sonur John D. Joensen úr Leirvík og Solborg, dóttur Jákup á Geilini, Klaksvík, sum hann eisini er uppkallaður eftir.
Hann varð føddur 8. apríl 1944 í Klaksvík, men sleit sínar barnaskógvar í Leirvík. Byrjaði sjólívið sum fjúrtan ára gamal við Pállsdrangi, sum pápin saman við øðrum átti og førdi.
Aftaná royndi hann trolaralívið og byrjaði við Jóannes Patursson. Hann hevur eisini verið við øðrum kjølbrotrolarum. Seinni hevur hann eisini verið við norskum línubátum.
Tá hann hevði fingið nóg mikið av siglingstíð, fór hann til Klaksvíkar á skiparaskúla fyrst í sekstiárunum, og at fáa prógv var ongin trupulleiki. Evnini hava verið góð bæði so og so, og sjónáttúran framúr.
Sum fleiri við honum, hevur hann roynt flestallar veiðihættir á norðaru hálvu. Var eitt skifti yviri við Alaska við einum báti og lærdi teir at fiska við snellu.
Í 1971 keypt hann saman við tveimum brøðrum útróðrarbátin Sjófarið sunnan úr Vági og fór at rógva út og væl hevur ligið fyri at fingið fisk ? við snellu undir Íslandi, við laksalínu norðan fyri Føroyar og við toskagørnum norðan- og vestanfyri. Teir høvdu Sjófarið í nítjan ár, sjálvur var Jákup við meginpartin av tíðini.
Seinni fór hann niður til Skagen á skiparaskúla har og tók eitt skeið fyri at kunna fara at sigla við farmaskipum.
Hann sigldi eina tíð sum stýrimaður og skipari. Tá hann gavst við tí, keypti hann sær ein glasfipurbát og hevur róð út síðani, burtursæð frá at hann í mai í fjør bleiv sjúkur og var undir læknahond árið út.
Men tíbetur sýnist tað sum hann er komin fyri seg aftur og er á Norðhavinum tá líkindi eru.
Jákup giftist í 1967 við Hannu Andreasen úr Rituvík. Hon hevur verið honum ein dyggur stuðul. Saman eiga tey tríggjar gentur og tveir dreingir.
Við hesum ynskja vit tær hjartaliga tillukku við degnum og Harrans signing og at tær unnast fleiri góð ár enn.
Kærar heilsanir
J.