Jákup og Óli í brennideplinum

Fótbóltur: Men hvørki hjá Herfølge ella AGF var úrtøkan nakað at reypa av hesa ferð

Í gjárkvøldið fóru Todi Jónsson og hinir í illa sperda FCK á vøllin í Parkini. Ikki minst fyri venjaran, Kim Brinkt, hevði tað stóran týdning, at hansara spælarar vunnu øll trý stigini. Gjørdu teir ikki tað, so ber væl til at ímynda sær, at Todi Jónsson og liðfelagarnir fyri fimtu ferð í eitt ár skulu hava nýggjan venjara. Men uppgávan var ikki mett at vera løtt, tí teir í OB vóru sera svangir, tá teir í gjár komu til høvuðsstaðin.

Hinir báðir føroyingarnir í fremstu donsku fótbóltsdeildini vóru í eldinum í vikuskiftinum. Felags fyri teir báðar var, at teir stóðu seg væl, og at úrtøkan hjá liðunum, sum teir spæla á, ikki var so góð, sum tað varð vónað.


Tríggjar ferðir í

somu viku

Sjálvt um Óli Johannesen nú bara hevur fótbóltin at hugsa um, so hevur hann neyvan havt tað meiri stríggið í sínum langa fótbóltslítið, enn hann hevði tað í síðstu viku, men hóast hann spældi tríggjar dystir í fimm samdøgur og harafturat ferðaðist millum Aarhus og Havnina, so fekk hann hvørja ferð góð ummæli.

Eftir sigurin á FCK og góða avrikið á landsliðnum móti Íslandi, var uppgávan leygarkvøldið á útivølli í Aalborg móti meistaraliðnum. AaB vann 1-0, og málið skoraði væl upplagdi Allan Garde, tá 27 minuttir vóru farnir.

AGF hevði ikki nógvar upplagdar málmøguleikar, men tað hevði heimaliðið heldur ikki. Í donskum fjølmiðlum verður sagt, at hóast AGF ikki hevur havt tær stóru upphæddirnar at keypa nýggjar spælarar fyri, so hava teir megnað at fáa góðar spælarar aðra staðni frá, og her verða Óli Johannesen og teir báðir íslendsku spælararnir nevndir sum dømi.


Jákup stórbjarging

Herfølge hevði sunnudagin vitjan av Vejle. Tá høvdu teir møguleika at leggja seg á odda í superliguni, men teir megnaðu ikki at fáa tey trý stigini, sum tað varð roknað við, at teir skuldu fáa.

Vejle kom á odda, tá ein álopsmaður gjørdist púra leysur mitt fyri málinum og fekk stútað í kassan, men Herfølge svaraði aftur, teir javnaðu, og fram móti dystarenda, tá John Faxe Jensen hevði sett seg sjálvan á vøllin, trýstu teir fyri at fáa sigursmálið, men teir komu ikki nærri enn at senda í tvørtræið.

Trýstið hjá Herfølge hevði møguleikar fyri mótálopum við sær, og stutt fyri leiklok var um reppið, at Vejle fekk sigursmálið. Úr fimm metra fjarstøðu stútaðu teir, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga, og harvið eru teir í Herfølge framvegis ósigraðir.


Hinir dystirnir

Tað er bara, tá Brøndby vitjar í Gladsaxe Idrætspark, at tað eru fleiri túsund áskoðarar. Leygardagin vóru teir bláu og gulu og vitjaðu AB, og tey flestu av teimum 6.823, ið vóru møtt upp, mundu taka á við Brøndby. Dysturin varð avgjørdur síðstu tjúgu minuttirnar, eftir at brasilumaðurin í verjuni hjá Brøndby, Vragel Da Silva, varð rikin av vølli. Tá fekk AB tvey mál.

Í Esbjerg hava teir tey síðstu umførini kent sviðan av, at tað er stórur munur á at spæla í superliguni og í 1. deild. Í fimta umfari vóru teir í Silkeborg, har heimaliðið, sum er væl upplagt við fyrrverandi FCK venjaranum, Benny Johansen, við róðri, vann 4-0.

Viborg hevðí vitjan av Lyngby, sum misbrúkti eina røð av møguleikum, og so vann heimaliðið 2-0.

Sunnudagin skulu Jákup, John Faxe Jensen og hinir spæla í Brøndby, meðan Óli Johannesen sleppur frá at ferðast so langt, tí AGF skal spæla í Silkeborg.