Jólafløga við Lindu

Linda Andrews gevur nú jólafløgu út saman við Malmø Symfoniorkestur og Dupultkvartettini. Innspældir eru millum annað nógvir av teimum vøkru jólasangunum, sum vit øll kenna. Á fløguni syngur Linda Andrews eisini duet saman við Jógvan Hansen, sum vann x-factorkappingina í Íslandi 2007.

Linda Andrews er fødd og uppvaksin í Tórshavn og er yngst av 5 systkum. Hon eigur dóttrina Celestu, og búgva tær í Valby.

Linda hevur sungið kór í m.a: Blå Øjne, Johnny Logan, DJ Alligator og svensku Carolu ? bert fyri at nevna nøkur.

Linda hevur sera stóran áhuga í Gospel-tónleiki og stjórnar sjálv heili trimum gospelkórum í Keypmannahavn.

Tað var í 2009, at Linda vann talentkappingina hjá DR, X-faktor.