Løg, tónleikur, sangarar, ljóð, umslag ? alt er í topp á Jólafløguni, sum 3?arin gav út týsdagin. Ein hevur næstan hug at siga: Endiliga ein fløga, har høvuðsmálið ikki fyrst og fremst er at skora kassan á jólum, men har sera nógv orka og nógvir pengar ? sum Gissur Patursson heldur ikki duldi fyri á samkomuni týsmorgunin ? eru lagdir í ætlanina til tess at fáa eitt dygdarerk.
Navnalistin við solistum, komponistum og tekstskrivarum boðar eisini frá, at hetta er ein fløga til allar føroyingar.
15 solistar
Tað er Jákup Zachariassen, ið leingi hevur gingið við tankanum um at gera eina jólafløgu, har ein fekk savnað nógvar ymiskar, góðar kreftir saman um at gera eina fløgu til allar føroyingar.
Hetta má sigast vera eydnast til fulnar við Jólafløguni.
15 solistar luttaka á fløguni. Her eru gamlir rockarar og ungir popparar. Evangeliskir sangarar og tímligir sangarar ? her eru tey føroysku jólini í frálíkari tónlist.
Tað eru teir tríggir Jákup Zachariassen, Regin Guttesen og Finnur Hansen, ið hava produserað tey 13 løgini á fløguni. Teir vóru fyrr í summar í Nashville í USA og tóku upp trummur, akkustiskar guitarar og saxofon og okkurt klaverið. Restin er innspælt í Føroyum í JakZac-studio, og úrslitið er framúrskarandi.
Teir fimtan sangararnir á fløguni eru: Margit & Linda Petersen, Ronnie Nielsen og Rúna á Heygum, Heini Lützen, Nicolina Jacobsen, Regin Guttesen, Terji Rasmussen, Malan Thomsen, Kim Hansen, Anna D. Háberg, Alex Bærentsen, Karl M. Samuelsen, Teitur Lassen. Haraftrat spælir Jógvan Zachariassen fagott á instrumentallagnum »Tit trúføstu, komið«.
Simme skrivað lag
13 løg eru á fløguni. Eitt teirra eitur »Jólanátt« og er tað ongin minni enn Simme Jacobsen, ið hevur skrivað henda jólasangin, sum Ronnie og Rúna syngja. Fyrsta lagið á fløguni er eisini eitt nýtt lag, ið Annefía Petersen og Bjarte Skogheim hava skrivað og eru tað systrarnar Margit & Linda, ið syngja hetta sera flotta lagið, ið Regin Guttesen meistarliga hevur lagt til rættist. Hetta kann gerast ein landaplága um jólini, eingin ivi um tað.
Millum føroyingarnar, ið hava skrivað løgini á hesi fløguni eru umframt Simma og Annefíu og Terji Rasmussen, Pætur Háberg og Regin Guttesen. Hini løgini eru øll útlendsk og meira ella minni kend.
Tekstirnir eru allir føroyskir, og tey, ið hava skrivað tekstir eru: Annefía Petersen, Simme Jacobsen, Fríðrik Petersen, Andreas Andreasen, Jóannes Jakobsen, Jóhan Nielsen, Anker Eli Petersen, Niclas Johannesen, Steintór Rasmussen, Petur W. Háberg, Martin Joensen, Emmy Køhler og Teitur Lassen.