Atgongumerkjasølan til vælumtóktu jólakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri er nú byrjað. Í fjør vóru ítróttarhøllirnar á Hálsi og í Runavík á treymur við spentum foreldrum, ommum, gubbum og jólafegnum áhoyrarum, sum gleddu seg at hoyra tey 150 børnini syngja jólasangir saman við orkestrinum.
Fyri mong er hetta konsertin, ið veruliga setir gongd á jólahýrin. Tónarnir eru lættir og altíð er okkurt skemtiligt at hoyra ella síggja. Eisini er hugaligt at síggja so nógvar ungar tónleikara spæla við í orkestrinum.
Í ár verða konsertirnar hildnar í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 6. desember kl. 16 og á Hálsi í Havn sunnudagin 7. desember kl. 16.
Atgongumerki á kr. 75 fáast í Norðurlandahúsinum, á Kunningarstovunum og beinleiðis á heimasíðuni www.nlh.fo.