FRAMSÝNING
Jóna Rasmussen er sjálvlærd listakvinna. Hon hevur seinasta tíggjuáraskeiðið verið ógvuliga virkin og hevur arbeitt við bæði málningi og skulpturi, men lagt seg mest eftir grafikkinum. Jóna hevur tikið lut í nógvum framsýningum, einsamøll og saman við øðrum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Á framsýningini í Snarskivuni, ið ber heitið: Svart og hvítt eru seytjan svart/hvítar grafiskar myndir. Íblásturin til sítt listarliga arbeiði fær Jóna úr mótsetningunum í gerandisdegnum, at hon er sjómanskona, sæst eisini aftur í myndevnunum. Allar myndirnar eru til sølu.
Framsýningin verður at síggja til fyrst í november mánað.