Jørðin risti telduheimin

Tøkni: Jarðskjálvtin, sum skakaði Taiwan fyri viku síðani, hevur sett síni týðiligu spor gjøgnum telduheimin. Eisini í Føroyum merkist jarðskjálvtin, men tað er tí, at prísirnir á RAM eru næstan fýrafaldaðir upp á stutta tíð, og teir hækkað meira enn

Hóast jarðskjálvtin, sum var máldur til 7,6 á Rictherskalanum, rakti Taiwan í seinastu viku, so merkjast ristingarnar av jarðskjálvtanum eisini í Føroyum. Tær merkjast ikki við at føroyingar mugu sova á berajólum, men á tann hátt, at prísurin á RAM til teldur er farin ?til himmals? um vit kunnu siga tað so.

Fyritøkur í Havn, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað er stórur munur á prísinum nú, og bara fyri tveimum vikum síðani. Og prísurin bara hækkar, siga tær báðar fyritøkurnar vit hava tosað við.

Føroyski útsøluprísurin á RAM var fyri umleið tveimum vikum síðani millum 700 og 800 krónur fyri 64 Mb RAM. Tær fáu RAM eindirnar, sum eru til at fáa hendur á í landinum enn kosta nu nærum 1.400 krónur.

Hesin prísurin fer tó ikki at halda siga fyritøkurnar vit hava tosað við, tí skal RAM bíleggjast úr Danmark í dag, so verður útsøluprísurin uml. 2.100 krónur fyri 64 Mb RAM

Sama skil er, um tú ætlar tær at keypa 128 Mb RAM. Prísruin var fyri tveimum trimum vikum síðani um 1.500 krónur, men skal hesin luturin keypast úr Danmark í dag, so er søluprísurin heilar 3.800 krónur.

Av báðum fyritøkum frætta vit, at hækkingin ikki er steðga enn, og at vit tí kunnu vænta, at sleppa at gjalda upp aftur meir fyri henda teldurlut.


Forvinna 80 mió eyka

At hvør av øðrum liva má, kann staðfestast í hesum førinum.

Danska blaðið Computerworl skrivar um donsku teldufyritøkuna Memory Card, sum selur sokallaði DRAM lutirnar. Fyri heilt stuttari tíð síðani keypti fyritøkan fyri ikki minni enn 200 mió. krónur frá taiwanskum fyritøkum, men eftir jarðskjálvtan er virðið á gymsluni hækkað til 280 mió. krónur.

Stjórin í fyritøkuni váttar fyri Computerworld, at goymslan er upp á uml. 200 mió. krónur, men hann kann ikki siga, hvussu nógv fyritøka hansara hevur forvunnið upp á jarðskjálvtan.

Veruleiki er tað tó, at eitt standard DRAM-produkt, sum mánadagin fyri góðari viku síðani kostaði 13 dollarar eftir heilt fáum døgum var hækkað til 18 dollarar fyri eintaki.

Spurningurin er bara hvussu leingi henda støðan kemur at halda og hvussu leingi pprísurin kemur at halda sær har uppi. Jarðskjálvtin hevði tíbetur ikki tað við sær, at virkini á Taiwan vórðu javnaði við jørðina, men av tí at talan er um eina sera neyva framleiðslu, skulu øll tól innstillast av nýggjum, og tað tekur tíð, verður sagt í Computerworld.

Mett verður, at fyritøkurnar í Taiwan ? tær eru fleiri ? í alt sita á umleið 20 prosentum av heimsmarknaðinum av RAM.


Standa ikki og mangla

Umframt tað, at jarðskjálvtin hevur ávirkað prísirnar á heimsmarknaðinum, so hevur hann eisini verið orsøk til, at stóru teldufyritøkurnar sum IBM, Compaq og Toshiba fara at endurskoða sínar avtalur við taiwansku fyritøkurnar um RAM, av teirri orsøk, at elektronikkídnaðurin í Taiwan er so sárbarur t.d. í sambandi við jarðskjálvta.

Hóast jarðskjálvtan, so eru kortini eingi tekin um, at heimsmarknaðurin fer at mangal RAM. Í Suðurkorea og í Evropa eru virkir, sum hava yvirskotskapasitet, og tí skuldi tann støðan ikki komi í, skrivaði Jyllandsposturin í gjár.

Harafturímóti er verri statt við marknaðinum fyri grafisk ?chips?. Her sita taiwansku fyritøkurnar á 80 prosentum av marknaðinum, og slíkt merkist ógvuliga væl. Umframt hetta vera umleið 70 prosent av øllum farteldum eisini svanaðar í í Taiwan.


Amerikumenn ræðsluslignir

Merkja vit jarðskjálvtan í Føroyum, so merkist hann enn betri í Amerika. Har eru menn av álvara farnir at hyggja at hvar KT fyritøkurnar liggja, og úrslitið higartil hevur givið amerikumonnum álvarsligar orsøkir til at seta knyklar í brýr.

Meginparturin av øllum KT-fyritøkum í Amarika eru savnaðar í Silicon Valley, sum liggur í útsynningspartinium av San Francisco víkini, og tað er eitt av teimum allarmest kritisku jarðskjálvtaøkjunum í Amerkia.

Amerikumenn hava við vanligum lítillatni staðfest, at ein jarðskjálvti av somu styrki, sum tann í Taiwan, hevði fingið so ófatiligar avleiðingar, at heimsbúskapurin hevði liðið undir hesum í fleiri ár, skrivar Jyllandsposturin.

Hóast jarðskjálvtin í Taiwan átti at fingið amerikonsku fyritøkurnar at umhugsa sína støðu í Silicon Valley, so hava tær enn einki víst, sum sigur, at tær ætla sær at flyta til tryggari øki