Ja til rennibreyt í høvuðsstaðnum ? men ikki við Tórsvøll!!!

Bæði eitt rættiligt fótbóltsstadion og rennibreyt eru íløgur, sum óivað fyrr ella seinni verða gjørdar í høvuðsstðanum ? tað er natúrligt. Men fyrireikararnir av Tórsvallar-ætlanini gera eina fyri fótbóltin sera óhepna samanblanding, tá teir, hóast fleiri mótmæli, tvíhalda um, at rennibreyt skal leggjast við Tórsvøll og onga aðrastaðni.

Teir vilja ikki so mikið sum umhugsa at leggja rennibreytina á øðrum staði, sum t.d. við eitt »grøn« landsstadion fyri frælsan ítrótt í høvuðsstaðnum, har hesir áhugaleikarar ótarnaðir høvdu kunnað skipað fyri sínum venjingum og tiltøkum.


Hví endiliga við

Tórsvøll?

Tað undrar okkum mongu, ið hava stóran áhuga í føroyskum fótbólti, at fyrireikararnir halda so fast um, at rennibreytin má og skal leggjast við nýggja fótbóltsstadion?ið í høvuðsstaðnum.

Enn er onki veruligt argument komið fram, sum talar fyri, at rennibreyt má leggjast júst inni í Føroya framtíðar fremsta fótbólts-landsstadion, heldur tvørturímóti.

Tá hugsað verður um oyggjaleikirnar, sum vit kunnu rokna við at hýsa umleið 20. hvørt ár, kann ein Tórsvøllur uttan rennibreyt væl og virðiliga hýsa setanini og endahátíðarhaldinum.

Tey lutfalsliga fáu, sum íðka frælsan ítrótt, skulu sjálvsagt hava so góðar umstøður sum gjørligt, men tað er órímiligt at lata fótbóltin, sum á hvørjum ári skal brúka (og gjalda) hetta stadion, líða undir einari feil-íløgu upp á umleið 60 milliónir krónur, sum aldrin gerst umaftur ? hetta tí at nakrir ávísir fyrireikarar ikki vilja broyta sínar annars frálíku tekningar og modell.

Ein hoyrir fólk tosa um at gera rennibreytina við Tórsvøll so smala sum gjørligt (møguliga við færri rennibreytum v.m.?) Hetta er tokutala og vil bert elva til, at hvørki fótbólturin ella frælsi ítrótturin fær røttu umstøðurnar.

Vælsignaðir menn, síggið í eyguni, at tað er nógv betri fyri allar partar at leggja eitt bíligari »grønt« stadion fyri frælsan ítrótt aðrastaðni í høvuðsstaðnum, sum hevur rennibreyt í fullari altjóða breidd og tað, ið hartil hoyrir.

Eitt slíkt anlegg krevur mestsum ongan rakstrarkostnað, og kundi dagliga verðið brúkt av rennarum og øðrum amatørum, uttan eftirlit og serligan kostnað, sum eitt landsstadion harafturímóti eigur at krevja av øllum sínum brúkarum.

Tað skal vera løgið, um nakar fótbóltsáskoðari er ímóti, at eitt slíkt stadion fyri frælsan ítrótt verður gjørt í høvuðsstaðnum, og neyvan vil henda broyting gera ta samlaðu íløguna dýrari enn verandi Tórs-vallarætlan.

Tað, sum føroyski fótbóltsáskoðarin ynskir, er heilt einfalt, at Føroya framtíðar fótbólts-stadion í høvuðsstaðnum verður fyrstafloks áskoðaravinarligt ? ein sokallað »grýta«, har nakrir fáir túsund føroyskir áskoðarar skulu kunna hoyrast og merkjast, sum vóru teir fleiri tíggjutúsund í tali ? og tað verður Tórsvøllur undir ongum umstøðum, um rennibreytin sleppur at liggja inni í hesum stadion. Ætla tit veruliga at brúka íalt uml. 60 milliónir krónur til at gera eitt landsstadion, sum ikki verður fyrstafloks fyri áskoðaran og harvið landsliðið? ætlar FSF veruliga at stuðla næstbestu loysnini? Eitt er heilt vist: Tá íløgan er sett í verk, vendist ikki aftur, so tað er nú fótbóltsfólkið má gera sína støðu galdandi.


Útvarpssendingin

nýggjársdag

Ein dugnaligur og virkisfúsur tíðindamaður (ikki minst innan ítrótt) hevði nýggjársdag eina sending í Útvarpi Føroya um Landskrona, Svangaskarð og ætlaða Tórsvøllin. Tað er í lagi, at sending verður gjørd í útvarpinum um hetta mál, ið hevur stóran áhuga millum manna, men tað er ikki í lagi, tá tíðindamaðurin ikki lýsir allar síður av málinum um Tórsvøll.

Fleiri ítróttaráhuga hava, bæði munnliga millum manna og skrivliga í bløðunum, gjørt var við sína ónøgd við, at rennibreyt verður løgd júst inni í okkara framtíðar fremsta fótbóltsstadion í høvuðsstaðnum, men nevnda tíðindasending tók ikki henda spurning upp á tungu.

Ein tíðindamaður hevur skyldu at lýsa eitt mál frá so nógvum síðum sum gjørligt. Tað varð ikki gjørt í hesum føri. Ístaðin bleiv seinna helvt av sendingini meir ella minni ein reklamusending til frama fyri Tórsvøll ? einki orð og ikki so mikið sum eitt spurnartekin við rennibreytina!


Lærið av øðrum!

Latið okkum taka fram nøkur dømi um vøllir við og uttan rennibreyt, har føroyskir fótbóltsleikarar hava spælt og spæla:

1.í tí lítla landinum San Marino er eitt stadion við rennibreyt, ið, so vítt eg minnist, ein ríkisleiðari í einum grannalandi hevur givið hesum landi sum gávu.

Føroyska landsliðið spældi her í oktober 1995 og vann dystin 3-1. Vit minnast, at Todi gjørdi øll málini fyri Føroyar.

Men vit minnast eisini, hvussu stórt og óegnað stadion?ið var til eina so lítla tjóð sum San Marino. Tað merkist heilt týðuliga, at frástøðan frá áskoðarunum til leikararnar var alt ov stór, og eingin rættiligur fótbóltsdámur var.

2.Í hesi seinastu undankappingini spældu Føroyar ímóti einari aðrari lítlari tjóð, Malta, sum eisini hevur eitt landsstadion við rennibreyt.

Eisini her merktist týðuliga, at hóast teirra áskoðarar vóru ógvuliga spentir upp til tann dystin, gav hetta stadion teimum ikki nóg góðar umstøður til at leggja føroyska liðið undir trýst við røttum fótbóltsstemningi og dámi. Í einum tættari stadion uttan rennibreyt høvdu hesar umstøður verið heilt øðrvísi ? og hvør veit, kanska eisini úrslitið. Tað eru jú teir smáu marginalarnir, sum eru avgerandi í fótbólti.

3.Føroyska landsliðið hevur neyvan nakrantíð spælt á vøllinum hjá Lyngby Boldklub, men hesin verður nevndur her, eftirsum hann var heimavøllurin hjá Toda Jónsson tey árini, hann spældi við Lyngby.

Hesin vøllur, ið hevur rennibreyt, fær reinan dumpikarakter frá donskum fótbólts-serfrøðingum fyri sín út av lagi vánaliga fótbóltsdám. Heimaáskoðararnir hava, samanborið við onnur lið í donsku superliguni, lítlan og ongan møguleika fyri at seta dám á heimadystirnar hjá Lyngby.

4.Heimavøllurin hjá B68 (við síðuna av Tofta Leikvøllum) hevur rennibreyt, og tann áskoðari, ið hevur verið til dystir har, veit, hvussu keðiligt tað er at vera áskoðari til dystirnar har, tí frástøðan frá leikarum út til áskoðarar er ov stór.

5.Grikkar hava á Kreta eitt fótbóltsstadion uttan rennibreyt, sum í altjóða høpi ikki er serliga stórt. Tá føroyska landsliðið í november 1995 spældi ímóti Grikkalandi á hesum vølli, vóru umleið 10.000 áskoðarar, men av teirri orsøk, at hetta stadion er so tættbygt, gevur tað góðar umstøður fyri røttum fótbóltsdámi, og tí merktust hesir áskoðarar, sum vóru teir fleiri ferðir 10-túsund.


Niðurstøðan av nevndu dømum er heilt greið, at ein lítil fótbóltstjóð sum Føroyar ikki eigur at leggja eina rennibreyt inn í sítt framtíðar fótbóltsstadion, men heldur skal satsa upp á eitt rættiliga »tætt« fótbóltsstadion, ið gevur 12. manninum, áskoðarunum, umstøður at virka sum ein veruligur stuðul. Trupulleikarnir hjá frælsa ítróttinum mugu og kunn, sum áður nevnt, loysast á annan hátt, ið ikki er til bága fyri fótbóltin, og sum eisini er betri og meira hóskandi fyri frælsa ítróttin.

Við ítróttarkvøðu


John William Joensen


P.S.: Ein minni útbygging av Tofta Leikvøllum, har ein lættliga og bíliga kann byggja tak oman yvir øll áskoðaraplássini, vildi gjørt umstøðurnar á Svangaskarði munandi betri, bæði fyri leikarar og áskoðarar, og hevði harumframt hindrað tí vindi og veðri, ið ofta er har.