Teir eftirverandi limirnir av Jackson 5 hava avgjørt at fara á konsertferð. Hesa ferð undir navninum Jackson 4. Beiggi nú avdeyða Michael Jackson, Jermaine Jackson, kunngjørdi mikudagin í amerikonskum sjónvarpi, at fjeppararnir hjá bólkinum hava uppiborið enn eina konsertferð við Jackson 5 ? ið nú kallar seg Jackson 4.
Tey fýra eftirverandi systkini eru í ferð við at leggja tær endaligu ætlanirnar í verandi løtu.
The Jackson 5 gjørdu seg kendar í 70?árunum við hittum sum ?ABC? og ?Dance Machine.?
Sambært Jermaine, Marlon, Tito og Jackie fara The Jackson 4 royna at endurskapa tað ljóðið, ið gjørdi Jackson 5 so populerar tá í tíðini, tá lítli Michael helt í mikrofonini.
Meðan hann var á lívi, noktaði Michael Jackson at arbeiða saman við sínum brøðrum.
Og seinastu ferð, øll fimm stóðu á pallinum saman, var 10. Septembur 2001 ? dagin áðrenn terrorálopið í New York City, har kongurin av popp hátíðarhelt sítt 30 ára stórgildi.