Jacob Kjelnæs: Tænti T. F. Thomsen í 43 ár

Hóast Kjelnæs ættin ikki er serliga mannsterk í dag, so telur hon nógv í gamla kirkjugarði í Havn. Hetta ger tað møguligt at skriva fittliga nógv um teirra søgu. Ein av teimum er Jacob Kjelnæs. Hann liggur síð um síð við tveimum av sínum systrum

Jacob var sonur Henrikku og Thomas Juel Kjelnæs í Havn. Tey hava verið um­rødd fyrr í hesi røð. Ein systir hansara, Anna, var gift við Jakob Jakobsen, lærara á Tvroyri, og hava tey eisini verið umrødd.

Í 1873 ella 1874 kom Jákup Kjelnæs úr Havn í handilin hjá Thomsen á Tvøroyri. Hann var 15-16 ára gamal tá. Hann gjørdist skjótt fulltrúi, og hann var høgra hond hjá Thomsen og synunum, tá ið teir tóku við. Táið hann fór úr handlinum í 1916 og flutti norður til Havnar at búgva, hevði hann verið 43 ár í tænastu hjá Thomsen.

Søgan hjá T. F. Thomsen

Her kann fyrst verða nevnt eitt sindur um søguna hjá T.F. Thomsen. Tá ið kongaligi einahandilin varð avtikin í 1856 vóru handl­arnir hjá honum privati­seraður. Handilin á Tvøroyri keypti danin Thomas Frederik Thomsen, f. 1814. Hann handlaði framman­undan uppá Ísland, so Før­oyar hava verið eitt náttúr­ligt virkisøki. T.F. Thomsen búsettist ongantíð í Før­oyum, men kom higar á sum­ri hvørt ár. Dagliga raksturin høvdu skiftandi faktorar.

T.F. Thomsen doyði í 1871, og í 1872 tekur sonur hansara Hans Georg Thom­sen við. Hann var væl út­­gjørdur handilsmaður og búsettist á Tvøroyri. Hann arbeiddi handilin til ein av teimum bestu og mest umhildnu í landinum. Hans Georg doyði í 1911 og var tá 62 ára gamal. Tá komu einkjan Ida saman við syn­unum Tummas og Richard at skipa fyri handlinum. Seinni kom triði sonurin Herluf eisini uppí. Umframt handilin høvdu teir fleiri sluppir og motorbátar og stóra fiskapláss. Fyritøkan hevði fleiri úthandlar. Eitt tað kendasta skipið hjá Thomsen man vera West­vard Ho, sum enn er í flotan­um. Ì nýggjari tíð áttu teir línuskip sum Anna T og Tummas T.

Richard og Herluf byrj­aðu at handla fyri seg sjálv­ar, og tá var tað beiggi teirra Tummas, sum leiddu gomlu fyritøkuna. Tá ið hann doyði tók Gunnar Thomsen við og eftir hann sonur hansara Tummas.

Richard gjørdist eisini rithøvundur. Millum annað av bókini Blámannavík, sum væl lýsir hesa tíðina.

Jacob Kjælnes fekk gott ummæli

Jákup Kjelnæs doyði 84 ára gamal í 1942, og skrivaði tá Richard Thomsen hesi minningarorð um hann:

Alene den Betydning, der laa i, at Kjelnæs var et gunstigt og tilforladeligt Medium mellem den fra København kommende unge Dansker og den færøske Befolkning kan ikke overvurderes.

Min Fader nedsatte sig i en fremmed og yders barsk Verdensdel, var ikke Sprog­et mægtig, og blev hurtigt mødt af en skarp Konkur­rence. I alle Forretningslivets haarde Storme og Van­ske­ligheder stod Jacob Kjelnæs fast og urokkelig ved hans Side. Der var ikke Plads til selv den ringeste Tvivl mell­em dem. Deres høje Kultur og Dannelse gav Sam­arbejd­et en yderst smuk Form.

Kjelnæs var vor Lære­mester, da vi som unge kom ind i “Kramboden”. Han viste os den ædle Kunst at laase et Kræmmerhus hurtigt og stærkt, at lukke det paa en elegant og smuk Maade, og med Fasthed gav han os at forstaa, at de mange søde Sager var til at sælge, ikke netop til at spise paa Stedet.

Roligt og realistisk satte han os ind i Bogholderiets mange Afdelinger. Mellem alle, indenfor som udenfor Disken, var han yderst popu­lær. “Hvor er Jacob”, var et Raab, der lød uende­ligt mange Gange om Dagen.

To Passioner havde han, eller rettere sagt tre. De to første var en god Pibe god Tobak og dertil en god Bog. Den tredje var Forretning, og det gjaldt ikke kun Thomsens Handel, hvor han var Fuldmægtig. Uden for denne var han ikke blot Aktionær i Fiskeri­foretag­ender, men Medlem af mange bestyrelser, Revisor eller bestred andre Tillids­hverv. Han førte en forsigtig men dygtig Økonomi.

Der blev dengang arbejdet haardt, fra tidlig Morgen til 8-9 Aften, saa Søndagen kom til sin Ret, som det skulde være, nemlig Hvile­dag. Hvor husker jeg enkelte af disse Søndage, naar efter Middagen, Kjelnæs, min Fader og maaske Skipper Conradsen fra Fawn trak sig tilbage med Kaffen, de snirklede Glas og den tre-stjernede Hennesey. En interessant Passiar, skyer af Cigarrøg og en lille Cognac kunde Kjelnæs absolut goutere.

Et sjældent Menneske, det var Jacob Kjelnæs. Aldrig forhastede han sig, men altid naaede han sit Maal. Urokkelig og rolig gik han den lige Vej, uden at svigte, hverken sig selv eller andre. Med ham er et af de sidste Led, der forbandt en sund og fornem gammel Tid, forsvundet.

Var við í fleiri skipum

Millum tey skip, sum Jacob var við í, kunnu nevnast:

Í 1897 stovnaðu menn á Tvøroyri p/f Borgina. Partapeninguirn var kr. 6.500. Teir keyptu Riddaran. Her var Jacob nevndarlimur og helst partaeigari. Eisini var hann nevnarlimur í p/f Royndina Fríðu, sum keypti Sildberi.

Í 1901 stovnaðu menn av Tvøroyri p/f Bylgjan. Partapeningurin var kr. 8.100. Jacob Kjelnæs var í nevndini. Teir keyptu Prima Donnu úr Grimsby.

Burton var keypt til Tvøroyar í 1904 fyri kr. 4.500. Jacob Kjelnæs var umframt at vera partaeigari eisini formaður í felagnum.

Í 1905 vóru Thomsen menn­inir við til at keypa Hákun. Her var Jákup eisini við. Hákun hevði upp­runa­liga motor, men tá ið hon varð seld til Føroyar, varð motorurin tikin úr henni!

T.F. Thomsen er enn til, men her er hvørki skip ella handil longur. Tann gamli handilin er blivin ment­unar­háborg, sum enntá hevur fingið M.A Jacobsens Mentunarvirðisløn. Tað hevði Jacob Kjælnes neyv­an roknað við í síni tíð!

Jacob Kjelnæs var ikki giftur.

 

 

Keldur:

Føroya Siglingarsøga

Egon Hansen

 

 

 

 

Komandi partur

Komandi hósdag verður frásøgn um C. C. Danielsen postmeistara og sparikassastjóra og konu hansara Anna Sófia, sum var heimadoktari