Hetta snýr seg um at tryggja tann flótandi arbeiðsmarknaðin í Føroyum fyri sosialari dumping.
Tað staðfestir fiskimannafelagið, nú Løgtingið um eina løtu fer at viðgera uppskotið hjá Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum um viðurskiftini hjá manningunum við føroyskum fiskiskipum.
Aksel V. Johannesen vil hava Løgtingið at samtykkja, at tað skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at manningarnar eru løntar eftir sáttmála við føroysku manningarfeløgini. Her verður serliga hugsað um skip við útlendskari manning, eftir at tíðindi eru farin at ganga um, at tey fáa bara ein brotpart av tí í hýru, sum føroyskir fiskimenn fáa
- Hetta snýr seg um, at fyrst og fremst føroyingar sleppa fram at at gagnnýta tilfeingið í føroyskum sjógvi og at útlendingar, sum ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, ikki sleppa at undirbjóða føroyska arbeiðsmegi, sigur Fiskimannafelagið
Jacob Vestergaard sigur, at hetta skal gerast við broyting í útlendingalógini.
Men Fiskimannafelagið staðfestir, at útlendingalógin er ikki føroyskt málsøki, og tískil hava vit ov lítla ávirkan á, hvat hendir á tí økinum. Hinvegin vil Jacob Vestergaard ikki seta tað sum treyt fyri fiskiloyvið, tí hann sigur, at tað er at leggja seg út í fría samráðingarrættin og rættin hjá arbeiðsmarknaðinum at skipa seg sjálvan. Tað afturvísir Fiskimannafelagið eisini. - Reiðarar og manningarfeløg skulu framvegis samráðast seg fram til sáttmálar og onnur viðurskifti.
- Hetta snýr seg um at staðfesta, at útlendingar, sum koma higar at vinna pening úr føroyska tilfeinginum, eisini skulu verða umfataðir av teimum sáttmálum og avtalum, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum frammanundan hava gjørt.
- Jacob Vestergaard hevur sagt alment, at tað vildi verði eindømi í Vesturheiminum, um Løgtingið fór at lóggeva um sáttmálarnar sum eru í gildi arbeiðsmarknaðinum. Men tað er ikki rætt. Í Noregi er hetta til dømis vanligt, sigur Fiskimannafelagið.
- Har kunnu partarnir á arbeiðsmarknaðinum í felag biðja Stórtingið um at upphevja ein sáttmála til lóg, millum annað fyri at verja ímóti sosialari dumping.
Dømi um hetta er sáttmálin millum norska LO-felagið fyri reingerðarfólk og arbeiðsgevararnar í 2011. Partarnir bóðu um og fingu eftirlíkað, at hesin sáttmálin varð upphevjaður til lóg, galdandi fyri alt reingerðarøkið. Jacob Vestergaard hevur eisini sagt, at tað í øllum førum ikki ber til at taka summar sáttmálar framum aðrar, og tískil kann hvørt skipið sær bara gera eitt manningarfelag, sum so ger ein sáttmála við reiðaríið
- Og so verður tað tann sáttmálin, ið verður galdandi, um eitt sáttmálakrav varð sett í fiskiloyvið. - Men dømið úr Noregi vísir júst, at har síggja tey tað ikki sum ein trupulleika at upphevja ein sáttmála fyri eitt avmarkað øki millum tveir ávísar sáttmálapartar til eina lóg fyri alt sáttmálaøkið.
Í Føroyum vildi tað svarað til, at Løgtingið samtykkir, at talan skal vera um ein sáttmála við manningarfeløgini, sum longu eru.
|