Tað er ikki óhugsandi, at Føroyar fara at kanna sær uppaftur størri sildakvotu, nú tað tykist at vera greitt, at revsitiltøk verða sett í verk mótvegis Føroyum.
- Tað er ikki óvanligt, at kompensera fyri tílíkum tiltøkum, við at hækka tær kvotur, sum man kjakast um, sigur Jacob Vestergaard við danska blaðið Politiken.
Boykottið fer at kosta føroyingum nógvar milliónir krónir.
Men tað lítið afturímóti tí, Føroyar longu hava vunnið av peniningi, við at hækka sildakvotuna frá 5 prosentum til 17 prosent. Tað heldur stjórin í Danmarks Pelagiske Producentorganisation.
- Okkara útrokningar vísa, at bara í ár fer nøgdin av sild at geva Føroyum einar 200 milliónir meira í inntøkum, sigur Esben Sverdrup-Jensen.
Hann leggur dent á, at talið er leysliga mett.
Jacob Vestergaard vísir ikki tølunum aftur.
- Ein fyribils meting á 200 milliónir. Tað er møguliga rætt, men eg veit tað ikki í núverandi støðu. Sjálvandi er tað okkara endamál at fiska meira og fáa meira burtúr útflutninginum, sigur Jacob Vestergaard við Politiken.