Sum forsøgnir hava spátt, ger Jacob Vestergaard eitt framúr gott val, og fyri fyrstu ferð síðani Niels Holm Jacobsen, hevur Fólkaflokkurin fingið ein suðuroying valdan á ting Tað lá í luftini, at Jacob Vestergaard fór at gera eitt gott val hesaferð, men at hann skuldi liggja toppskorari í øllum landinum, áðrenn tey stóru valstøðini vóru liðugt tald upp, hevði neyvan mangur væntað.
Og atkvøðutalið til Akramannin bara tykist at vaksa. Í skrivandi løtu er liggur upp móti teimum 800, sum er tað mesta nakar av valevnunum higartil hava fingið.
Eg haldi, at tað er ein samanrenning av fleiri tingum, sum hava ført til, at eg havi fingið so stóra undirtøku. Tað, at Strandferðslan varð flutt til Suðuroyar er væl eitt ting, at eg varð koyrdur frá sum landsstýrismaður á tann hátt, sum tað hendi, umframt tann politikkin, sum eg og Fólkaflokkurin hava ført hevur sannført fólk um, at eg og flokkurin hava gjørt eitt gott arbeiði, sigur Jacob Vestergaard.
Hann er sjálvandi glaður um ta stóru undirtøku hann hevur fingið í síni heimoyggj, Suðuroynni, men hann vísir á, at hann hevur fingið atkvøður kring alt landið.
Eg eri ótrúliga glaður fyri ta undirtøku, eg havi fingið, og vil fegin takka øllum hjartaliga, sum hava víst mær og Fólkaflokkinum so dyggan stuðul, segði Jacob Vestergaard, tá Portalurin fangaði hann á veg til Tvøroyri í kvøld.