Jakobina á Summar Festivalin

Jakobina Ellingsgaard fer saman við bólki at framføra á Summar Festivalinum

Songkvinnan Jakobina Ellingsgaard fer nú at hava konsert á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð.

Jakobina spælir fólkatónleik av tí góða, gamla slagnum saman við bólki, sum er mannaður við Fróða Vestergaard og Páll Holm Lave. Tey spældu eitt skifti í 1980'unum saman í útisetabólkinum Flytifuglar. Nú spæla tey saman aftur.

Jakobina og tey fara at framføra sangir, sum hon sjálv hevur givið út, ella sum hon saman við øðrum hevur givið út.

Jakobina Ellingsgaard var í 1982 týðandi partur av útgávuni "Gluggamyndir" hjá Glataðu Spælimonnunum. Kendasti sangurin av útgávuni man vera "Til Boga og allar nýføðingar í verðini".

Jakobina hevur eisini givið tónleik út sjálv. Í 2007 kom fløgan "jakobina rensl", og hon fer at framføra onkrar sangir av hesari útgávu. Í 2024 gav Jakobina út staklagið "Læra vit nakrantíð", sum er ein týðing av kenda sanginum "Where Have All The Flowers Gone".

Hetta verður ein heilt serlig konsert við góðum føroyskum fólkatónleiki.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.